Tey seinastu mongu árini havi eg av persónligum áhuga samlað og skrásett staðanøvn við Gjógv. Sum so mangt annað, ið tú fert í holt við, so gjørdist hetta eisini meira spennandi og umfatandi, enn tú hugsaði tær. Tú fórt at tosa við eldri fólk um staðanøvn, og skjótt komst tú eftir, at ikki bert sótu tey inni við sjálvum nøvnunum, nei, tey kundu í fleiri førum greiða frá upprunanum til sjálvt navnið og so eisini seta navnið í samband við hendingar av ymiskum slagi. Tað hevur verið sera áhugavert og gevandi fyri meg at tosa við tey eldru fólkini í bygdini. Eg havi tosað meir og minni við tey flestu, so tað ber illa til at nevna øll í hesum sambandi. Kortini skulu tey kenna seg at eiga sín lut í samlingini. Fái meg tó ikki at leggja síðuna út uttan at nevna Pætur Joensen, f. 1920 - vanliga nevndur Pætur í Nýggjustovu. Hann havi eg havt mest samband við. Prátið við tey eldru fólkini førdi tað við sær, at eg fór miðvísari til verka. Skrásetti, avmyndaði og skrivaði stutta frágreiðing um øll staðanøvnini við Gjógv í bøi, haga, bjørgum, fjøru, Búgvanum og í Gjónni. Tað er eyðvitað, at slíkt verk ongatíð er lokið - altíð kemur eitthvørt aftrat - men fyrr ella seinni mást tú bara ganga í teg sjálvan og siga, at nú komi eg neyvan stórt víðari. Til stuttleika leggi eg ein part út á heimasíðuna, sjálvt um tað kann tykjast eitt sindur ósmæðið. Lat tað fara. Endamálið við hesum er m.a. at fáa nakrar viðmerkingar, upplýsingar ella rættleiðingar, sum eg kann brúka til at betra um samlingina.
Asfinn Sigvardsen
|