Frá høgru: Jóhanna, Hergerð - og eg.

Tað var høgtíðsdagur hjá sandoyingum stytsta dag í ár – 21.12.23 – tá ið Sandoyartunnilin læt upp, og ein slíkur dagur var eisini hjá vágafólki og norðoyingum, tá ið teirra tunlar lótu upp – ávikavist 10.12.2002 og 29.04.2006.

Tá ið Vágatunnilin læt upp, gekk eg saman við næmingum úr Runavíkar skúla undir Vestamannasundi, og tá ið Norðoyatunnilin læt upp, gekk eg saman við familjuni undir Lorvíksfirði. Ætlanin var sjálvandi at ganga undir Tangafirði, tá ið Eysturoyartunnilin læt upp 19.12.2020, men tí forðaði koronafarsóttin. Nú ið Skopunarfjørður átti tørn, vóru vit nøkur av teimum 2000, ið tóku okkum saman og gingu undir honum. Av beinleiðis (heilum) gjáarfólki hitti eg (bara)  systrarnar Jóhonnu og Hergerð og Símun (Grønadal), ið eisini høvdu onkran av familjuni við sær.

  

Tankin um sjálvrós merkist, tá ið tú situr soleiðis og skrivar um teg sjálvan, men tað gerst ikki við, tí tankarnir, ið mólu í heysinum ”Sandoyardagin”, vóru m.a. um heimbygdina 17.10.1959, ið tann dagin fekk vegasamband við umheimin.

Dagurin stendur púra klárur í huganum. Bedfordurin hjá Bena (Benadikt) var oddabilur til Gjáar hendan dagin, og eg var ein av vegmonnunum í lastini. Brattaberg (vegformaðurin) og  Ferjá (Jógvan Sofus), formaður í Gjáar kommunu, stóðu fremstir í lastini við ”Merkinum” í millum sín. Høgtíðsdagurin byrjaði annars í smiðjuni hjá Sivert (Sivert Martin) yviri undir Hamarsendanum (Eiðisskarði). Brattaberg segði nøkur orð, men serliga væl minnist eg, at Brattin spenti í sangin:

”Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi/svulturin neit nú í mønu og merg/ ørðug var skor undir blámandi bylgju/ræsurnar stongdust frá fjalli til berg/fylgið gav tol, tí tað bilaði ei/veðurin prúði tann slóðari treysti/kundi sum fyrr øllum vísa á leið/enn hann við nakkanum bresti.” (yrkt hevur Rasmus Effersøe). -(Tað var eingin ivi í mínum hugaheimi tann dagin: ”slóðarin treysti” , tað var sjálvandi Brattaberg).

Síðani koyrdu allir (einir 6/8) lastbilar avstað til Gjáar – væl lastaðir við vegmonnum. Hetta var sanniliga eisini ein høgtíðsdagur, og ”stóraball” var í dansstovuni. (minst líka stórt ball eftir tátíðarmáti, sum Sandoyarballið nú).

Um kvøldið bleiv ódnarveður, og fleiri lastbilar máttu ”gista”, tí tað var ikki sitandi ”á berajól” í lastini hjá vegmonnunum. Onkur var so frammarlaga at hava galesju á lastbilinum, so vegmenninir sótu undir taki. At hugsað sær skilið at farið við galesju um skørðini á náttartíð  um veturnætur í stormi og regni -- !

---

Alt (næstan alt) kann setast í perspektiv (frásjón): Gjáarvegurin í 1959/Sandoyartunnilin 2023):

Bygdarmenn okkara settu á at gera veg frá  Niðarubrúgv og heimeftir í fyrru helvt av 1930unum. Teirra fremstu amboð vóru spaki og eyrhakkari. Umleið 25 ár seinni kundu teir taka í hondina á eiðismonnum, sum somuleiðis høvdu baksað seg niðan undir Eiðisskarð við handakraft.

Anton á Klá var ein av trimum undirformonnum hjá Brattabergi, tá ið vegasambandið kom til Gjáar. Tá ið vegarbeiðið av Eiðis-, Funnings- og Gjáarvegnum var liðugt, bleiv Anton sendur til Sandoyar at standa fyri arbeiðinum at fáa dalbingum vegasamband til Húsavíkar. Tað sambandið fingu dalbingar í 1960unum.

Og nú – eina heilt góða hálva øld seinni – er koyrandi frá Gjógv til Dals. Tann vandamikli vegurin ígjøgnum Bergið til Dals, sum Anton stóð fyri at gera, fer nú í søguna, tí tunnil er skotin ígjøgnum til Dals, og við honum fáa dalbingar (og onnur) tryggari farleið.

-----

Áhugavert og heilt óhugsandi at hava upplivað eina so ógvisliga samferðslubroyting.

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir