Sámal í Hoygarðinum – Sámal Petur Petersen, f. 1940 – er ein av fleiri í Funningi, ið dugir so væl at siga frá. Minninum feilar einki, so tað er altíð hugaligt at práta við hann um farnar dagar. Ein dagin stakk eg inn á gólvið hjá honum og hevði bandupptakara hjá mær. Grannabygdirnar – Funningur og Gjógv – høvdu ógvuliga tætt samband í farnum tíðum. Eg royndi at beina prátið tann vegin, og tað spurdist mangt og hvat burturúr – bæði til gaman og álvara. Ein part av prátinum havi eg fest á blað her:'

Konfirmatión

Eg konfirmeraðist við Gjógv um várið 1955, og Brimnes var prestur. Tað var ein deilig tíð. Mær dámdi so grúuliga væl. Eg búði hjá Siggu Mariu og Justines á Grótheyggi, og eg var í familju við bæði tvey. Dany búði eisini har við Áslu, sum var pinkulítil smágenta og var begint at taka seg uppvið tá.

Vit vóru bara 9 konfirmantar: 5 úr Funningi: Kjartan, Petur Páll, Marjun hjá Elly, Signy og eg: 2 frá Gjógv: Sjúrður hjá Dinnufíu og Gertrud hjá Eliesari: 1 av Oyrarbakka: Hansina Larsen: 1 úr Vík: Deana Jacobsen.  Deana hvarv so syndarliga í Grønlandi 1966 og spurdist ikki aftur. Gertrud giftist til Íslands. Áh, dett mál hon hevði at syngja, ja, tað var ein sangfuglur av rang.

Vit gingu eina viku at lesa. Vit lósu á kirkjuloftinum og lærdu bæði danskar og føroyskar sálmar. Ein dagin skuldu vit fara útferð á Ambadal, men vit máttu venda aftur, tí prestur keikti fótin.

Ein dagin sigur Sjúrður: «Tit eru øll boðin til nátturða hjá abba og ommu Eysturi undir Heygnum.» Hetta var hjá Trinu og Sjúrða, og sum tey vóru blíð, tað skal eg siga tær. Trina má hava verið ein «sjønnhoyt» av eini aðrari verð, tá ið hon var ung genta – tað má eg siga.

Tað vóru fleiri av okkum, sum konfirmeraðust um várið, sum høvdu aldur til heystið frammanundan. Ein fitt søga kom burtur úr tí: Vit vóru við gera eina rætt úti á Flesjum í Líðini og skuldu royna at reka har úti. Har vóru fleiri menn, og Jákup í Hvanngarðinum var ein. Hann var so hittinorðaður og fann altíð upp á okkurt, og tað var hann, sum fann upp á at kalla rættina Baptistarættin, tí vit ikki vóru konfirmeraðir.

Brim við Gjógv

Tað var mangan, at ferðafólk, postur og annar førningur, sum skuldi við postbátunum til Gjáar, kom upp í Funningi, tí ikki var farandi út úr Gjónni fyri brimi. Tað kom eisini meir enn so fyri, at lík av gjáarfólki kom upp her.

Eitt av teimum var Andreas Petur, úr Geil. Hann doyði niðri í Danmark og var tí í eini dupultari kistu. Eg minnist, at teir tóku ta uttaru kistuna uttanav fyri at lætta um, áðrenn teir skuldu fara at bera til Gjáar. Síðani

fóru teir til gongu syngjandi «Harra Gud, títt dýra navn og æra.» Vakurt!  Tá var tann føroyska sálmabókin ikki komin. Hetta hevur veriðí 1951, og tá var 11 ára gamal.

Jákup í Stólpa ella Gamli-Jákup, sum hann eisini bleiv kallaður, doyði í Klaksvík í 1956, og líkið av honum kom eisini upp her. Tað minnist eg væl.

Her í bygdini var tað gamal siður at ganga tríggjar ferðir runt um grøvina við kistuni, áðrenn hon fór í grøvina. Eg minnist tað vera gjørt ta einu ferðina, áðrenn tað bleiv avlagt.

Vara

Tað kom eisini nógv vara hjá gjáarfólki upp á land her í Funningi, og tað var mangan boð eftir okkum (funningsmonnum) at hjálpa gjáarmonnum at bera handlunum við Gjógv varu. Hesa tíðina var næstan dagligur trafikkur av gjáarmonnum í Funningi, so tað var ein góð tíð í so máta. Einaferð bar eg eina margarineskju úr Funningi og líka inn á skivuna hjá Sofus Debusi. Tað var ein nokkso tung byrða, og eg minnist so grúuliga væl, hvat ið eg fekk afturfyri. Elektrisitetið var komið (í 1956), og eg fekk ein elektriskan stráliovn afturfyri, men tað kom eldur í hann eitt nýggjárskvøld, meðan stovan sat full av fólki, og hann oyðilegðist. Sofus var ikki pírin í løn, tað skal hann eiga.

Bilurin hjá Benadikt

Benadikt (við Gjógv) fekk bil í 1950, og vegurin frá Gjógv var tá komin heim í Kanalina, sum vit nevndu tað. Navnið komst av tí, at tað var so høgt uppfyri – báðumegin vegin – tá ið hann kom heim undir sjálvt Skarðið, at hann lá mestsum í eini kanal. Tá var tað tað mest vanliga hjá okkum at bera varuna niðan í Kanalina, og so ordnaði Benadikt restina. Jú, eg var fleiri ferðir á Skarðinum við varu – bæði fyri Sofus og Petur Christian – og eg var væl nøgdur við lønina frá báðum tveimum.

Eg minnist væl tann dagin, tá ið bilurin kom til Gjáar. Eg var ikki niðri við Gjógv tann dagin, men tað var nógv tos her í bygdini um hendan stóra lastbilin, sum Benadikt hevði keypt.

Mangt og hvat

Men nú skal eg koma til ta øvutu verð, tí eina ferð havi eg verið við Gjógv og keypt petrolium. Ikki minnist eg, hvussu tað hevur borið til, at Funningur hevur manglað petrolium og ikki Gjógv. Líkamikið – eg var niðri við Gjógv og keypti petrolium frá Petur Christiani, og tá læt í onkrum, ið sat á skivuni, at nú stendur verðin ikki longur, nú funningsmenn koma til Gjáar at keypa petrolium. Men soleiðis var tað!

Ájú, gjáarmenn bóru alt møguligt úr Funningi, og eg minnist teir eisini fara við kolsekki, men ikki minnist eg hvør.

Einaferð kom ein maður við leypi her í Liðan hjá okkum. Vit vóru akkurát komnir úr skúla til morgunmat, sum vit kallaðu tað, Meinhard bróðir og eg. So sótu vit báðir her – og mamma og pápi – og nú er tað Dia í Jákupsstovu. Dia stamaði rættiliga illa, og nú fer Meinhard at herma. «Nú tigur tú, Meinhard, og talar ikki eitt orð,» sigur mamma. Stóri-Petur hevði biðið pápa mált monnunum av – hvussu nógv hvør skuldi hava -  tá ið teir komu eftir petrolium, so tað skuldi alt ganga í gjøgnum pápa.

Nú kemur Dia: «Tíggju til Stóra-Petur og fimm fyri at bera!» Mamma: «Dia! Nú koma tygum inn at fáa tygum ein drekkamunn, móður av gongd!» «Fyrst yvir til Julionnu (hjá Dánjali í Katrinarstovu), « svaraði Dia. Har fór hann, hvørja ferð hann var í Funningi.Tá ið hann hevði verið hjá Julionnu, kom hann aftur so fittur og blíður. Dia var ein stásmaður, tað kundu øll siga við ein munn.

Merkiligt, sum mann kann minnast. Eg minnist einaferð, at Jógvan hjá Klæminti (Niðri í Geil) kom til Funnings ein leygardag. Tað var nakað ókyrt, og eg var har niðri við pápa. Tað breyt eitt sindur upp um brimgarðin viðhvørt, og tað bar so á, at Jógvan fekk ein skvamp oman yvir seg. Tá letur í pápa: «Nú, Jógvan! Hatta var ikki gott!» «Einki ger, leygardagur er,» svarar Jógvan honum aftur.

Funnings- og Gjáar kommunur fóru sundur í 1948, og eg minnist grúuliga væl tann dagin, tá gjáarmenn komu til Funnings fyrstu ferð eftir kommunuslitið. Tveir mans komu við posti oman í Brekkur, og Knútur á Geil gekk í sínum lagi niðan eftir Túni – ta vanligu gongdina – og vildi møta teimum, men hvat, tá ið teir eru komnir nakað oman í Gerðið, nú kubba teir av oman eftir Bø. Teir hava sæð Knút og vildu ikki møta honum, tí teir hava helst væntað, at Knút fór at siga okkurt bannsett við teir. Annar maðurin var Hans Jacob í Horni, men ikki minnist eg, hvør hin var.

Tað var stríðið um skúlan í Funningi, sum var høvuðsgrundin til kommnunuslitið. Eg fór í skúla niðri hjá Jens Kristiani í 1947. Vit vóru 45 skúlabørn í 1947/48/49, og nú hevur skúlin staðið stongdur í nógv ár. Hvat heldur tú?

Vitjanir við Gjógv

Her er ein søga: Vit áttu eina kenningaær á Ambadali við Gjógv, vit áttu ærina annaðhvørt ár, og Jóhan á Brúnni annaðhvørt ár. Hetta var so Annan hvítusunnudag, og vit høvdu verið í kirkju. Ærin hevði lembt, og pápi og eg fóru so út við henni eftir kirkjutíð. Vit sleptu ær og lambi bara niðan um garðin, har sum Omansrætt var.

Tá ið hetta var liðugt, fóru vit inn til Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum at betala jarðarskatt. Har steðgaðu vit eina løtu, og so fóru vit út til Jóhannes og Fíu í Lon at betala hoyggj, sum vit høvdu keypt frá teimum.  Tá ið vit komu inn, sótu tey undir lestri. Jóhannes las og hugdi ikki upp, og Fía fór bara eftir einari sálmabók og peikaði á beinkin, har vit skuldu seta okkum. Ikki orð varð talað.

Tá ið lesturin var liðugur, bleiv prátað, og Fía setti eina kannu av mjólk og eina eskju við smákakum fyri meg. Jóhannes fór trý trin upp í stigan og kom aftur við einari akvavittfløsku og skonkti pápa ein snaps. Tað var ein hátíðarløtu fyri meg, sum eg ongatíð gloymi.

Omma doyði í 1956, og tað var ein onnur tíð – hvør kom hvørjum øðrum við, og øll høvdu tíð at liva. Ein dagin sigur omma við pápa og meg, at nú skulu tit báðir fara oman til Gjáar at bera Onnu Sofíu – ommu tíni- eina heilsu. Jú, vit fóru og komu inn á Bø til tykkara. Omma tín sat á torvkassanum – lítil kona, líktist grúuliga nógv Elspu í Hvanngarðinum (Funningi).

So sigur pápi: «Nú eri eg komin at bera tygum eina heilsu frá Mariu.»  Maria var omma mín, og tær vóru jú skyldkonur og eisini vinkonur.

Mamma tín fór beinanvegin í gongd at gera pannukakur og ein drekkamunn. Pápi tín og pápi arbeiddu um ta tíðina saman í Klaksvík, so teir høvdu nógv at práta um í stovuni. Eg veit ikki, hvar tú vart, men Hans Jacob, beiggi tín,  skuldi læra meg at spæla orgul í stovuni – ein grúuligur gangur. Róp úr køkinum og stovuni: «Út! út! út at spæla í hesum Harrans veðri!” Tað var annað lívið, og vit báðir á dyr. Seinni fingu vit so kaffi og pannukakur, meðan vit sótu og prátaðu. Ein deilig løta.

Eitt hús aftrat á túrinum hevði omma ordnað: hjá Elspu Mariu í Hoygarðinum – aftur slekt. Frá Elspu Mariu fekk eg upp í eitt siropsblikk av eggum. Ein høna vildi liggja, og eggini blivu løgd undir hana. Tann eina hønan, ið kom burtur úr hesum, nei, ikki trýrt tú, hvussu væl hon varp. Ikki havi eg vitað sovorðið.

Gjáar-Sofus 

Nú skal eg fortelja tær eina grúuliga stuttliga søgu, sum ein gjáarmaður fortaldi fyri mær. Tað var Sofus Hilduberg, vanliga nevndur Gjáar-Sofus. Hann var skipari á «Norðstjørnini», og eg var við einum vágaskipi, sum æt «Mary Margreth». Vit eru inni á Norðfjørðinum í Íslandi, og vit liggja uttan á «Norðstjørnini», sum liggur við kei.

Vit báðir Sofus skuldu halda vakt um náttina, so vit hittust, og hann spyr, hvør eg eri. «Vælsignaður kom umborð her og støja.» Jú, eg fór umborð, og hann var so blíður og setti seg at fortelja røvarasøgur, og hvussu forherðaður hann hevði verið sum smádrongur.

Ja, so kemur ein dagur, nú er omma hansara deyð, og mamma hansara sigur við hann: ”Sofus! Nú veitst tú tað, at tú fert heim til Funnings at biðja Sigmund um at grava ommu. (Sigmund – langabbi mín - var gravari, og tá blivu gjáarfólk grivin í Funningi). Hetta vóru serliga ring boð hjá mær at fáa, tí gamli Sigmundur hevði verið tveir dagar frammanundan og dyrgt á Buginum (við Gjógv), og vit høvdu grýtt grót eftir honum fyri at styggja, meðan hann dyrgdi. Hetta mundi vera í juni mánað, og Sofus royndi at draga tað út, til tað fór at skýma. Tá fer – heim í gjøgnum Dalin, men tá ið hann kom til Hvanngarðshúsini, nú steðgar hann á. Hurðin stóð opin, og hann hoyrdi onkran karða inni. Skuldi hann fara inn, ella skuldi hann ikki fara inn? Inn fer. «Gott kvøld! Mamma spyr, um tygum vilja begrava ommu?” – ”Jú, fyri mammu tínsa skyld skal eg gera tað fegin, men slepp tær avstað, áðrenn eg rívi skinnið av tær!” – ”Nei, sum sporðini vóru skjót og løtt oman aftur til Gjáar,” endaði Sofus søguna.

Eisini fortaldi Sofus mær, at tann dagin, hann fór til Havnar upp á skúla - skiparaskúla, arbeiddu gjáarmenn veg Heimi í Dal, og teir høvdu hug at flenna at honum, at hann skuldi fara í skúla, men tá segði hann: «Flennið tit bara, men tað fer ikki at vera tað sama, tá ið tit fara at liggja á knæ fyri at sleppa við mær!»

Tá ið hann førdi «Grundick», mynstraði hann viðhvørt her í Funningi hjá Dánjal Martini. Hann trúði uppá at mynstra hjá Dánjal Martini. Einaferð fylti hann okkum allar smádreingirnar umborð við bátinum. Hann var so blíður, og hann stappaði okkum keks upp undir troyggjurnar – tær stóru keksirnar. «Tit løna mær tað aftur um tvey ár, tá koma tit allir við Gjáar-Sofusi,» segði hann við okkum.

Hoyggj og seyður

Tey í Nýggjustovu við Gjógv áttu bø í Kinnini í Funningi, har sum húsini hjá Meinhard Juul standa. Omma fortaldi fyri mær, at einaferð í hoyggingini lá tað mesta av hoynum hjá Gamla-Jóhan turt, og tað stóð til at koma regn. Omma og Karolina – mamma Jákup Sigurd – vóru vinkonur, og tær fóru at hjálpa Jóhan at raka saman. Tær róku alla Kinnina saman, og Jóhan mutlaði upp í saman: «Eitt er vist, belønningin skulu tit fáa! Belønningin skulu tit fáa» Hvussu tað var við tí, minnist eg ikki.

Eg minnist Petur Julius á Teigunum hava hoyggjað frammi í Dalsbø. Teir førdu hoyggið til Gjáar, men tað minnist eg lítið til. Eg havi tó eina hóming av einum báti, ið fór frá landi við hoyfarmi.

Eg síggi gjáarmenninar fyri mær, tá ið teir komu rekandi við haftseyði úr Sáttarenni og líka til Gjáar. Teir komu hendan vegin heim gjøgnum bygdina og so niðan í Brekkur. Einaferð máttu teir drepa ein ær – teir svævdu hana frammi hjá Dáva. Dagin eftir fóru vit eftir torvi niðan undir Fossar, og tá ið vit komu omanaftur, møttu vit Jógvani í Nýggjustovu, sum kom úr Funningi við avroðunum og bar blóðfløskuna í hondini. Alt bleiv benyttað – hvørt dett eviga einasta petti, um tað so var av deyðseyði.

Kenningin kom her aftan á tað stóra fellisárið í 1947 – fyrst ein ær upp á gyllinin og so tvær. Tað árið komu 13 lomb til býtis á Líðhelvtini – tað vil siga í Líðini og í Húsi. Innan úr Haga og úr Botnum kom einki – tað bleiv ikki býtt. At síggja skinnarúgvuna, teir flettu burturúr. Hvør snøkil bleiv býttur.

Heimalambið

Andras á Torlabrúgv – pápi Marius Johannesen – giftist við ommusystur mínari, sum æt Nicolina. Tey fingu grundstykki úr Atustova at byggja har – í Hoygarðurinum á gomlu Atustovu. Eg veit ikki, um hann bleiv skrivaður sum gubbi mín, men hann bleiv róptur «Andras gubbi».

Tann 23. mai 1947 skrivar hann upp á eitt bretti á endanum á húsunum á Torlabrúgv: «Den blide maj.”  Tann dagin var kavarok og stormur. Nakrar dagar seinni kemur hann til mín og spyr, um eg vil hava eitt heimalamb. Tað kanst tú ætla, at eg vildi tað. «Hvussu vorðið skal tað vera,» spyr hann. «Svart,» svari eg. So tekur hann meg við sær og leiðir meg niðan um Gjáarportrið, tí ærin hevði lembt úti í hjørninum á garðinum. Nú vit koma út, er lambið deytt. Ringa lag, og lambið var reytt. Hann stendur og flennir uppi yvir tí, og eg siti og gráti. So tekur hann lambið upp og ber tað oman, og tá ið vit koma oman á bøgarðin, rættir hann mær lambið og sigur: «Far nú oman við lambinum, tí nú fari eg út í Støðu at fletta ein deyðseyða.»

Tá ið hann kom aftur til hús, fór hann at fletta lambið, fletti skinnið av tí, spílaði tað út og negldi tað fast upp á hjallin hjá okkum. Síðani skilti hann grúuliga væl magan úr lambinum og gav mær hann. «Lat hann nú ikki fara vekk, men far og blás luft í hann,» sigur hann so. Eg so gjørdi, og magin bleiv nokkso stórur tá. Seyður fær ikki vomb, fyrr enn hann fer at eta gras, tá formar magin seg. Og veitst tú, hvat vit smádreingir brúktu magan til? Jú, til fortoyningsboyur til bátar, sum vit høvdu í einum hyli her yviri. Og skinnið? Tað mundi eg goyma, til eg var eini tretivu ár. Eg haldi, at hann gjørdi hetta fyri at erstatta heimalambið, sum hann hevði lovað mær. Eina góða viku aftan á hetta doyði Andras gubbi. Sovorðið sum hatta gloymir mann ikki.

Dansur

Tað var tann tíð, at tað bleiv dansað við Gjógv Annað jólakvøld og í Funningi nýggjárskvøld. Eg havi verið tvær ferðir við Gjógv og dansað Annað jólakvøld. Vit vóru fleiri í fylgi, men tey flestu gistu ikki og fóru heimaftur ímóti morgni. Tað var góður dansur, og Pól Ejde var høvuðsskipari, og so skipaði onkur frá Gjógv eisini. Mann fekk ikki vent sær fyri blíðskapi, og vit blivu bjóðaði inn í næstan hvørt hús. Teir hjá Dalberg við Gjógv - brøðurnir Hákun og Leivur (Jacobsen) - vóru framúr kvøðarar og óførir at skipa. Jens, beiggi teirra, var eisini kvæðakempa, men hann var farin til Havnar tá.

Vit smábørnini plagdu at dansa í skúlagongini hjá lærarinnuni, Mariu Ejde, og har lærdu vit eisini mangt og hvat. Eg minnist, at Sanna og Knút á Geil plagdu at skipa her. Svenning (Johannesen) var so óførur at kvøða, og hann skipaði ofta. Hann dugdi eina rúgvu av kvæðum og var eitt satt leksikon í kvæðum. Jóan Petur á Reyninum hevði eitt fast. Tá ið hann kom úr kirkju nýggjárskvøld, plagdi hann at koma inn á gólvið hjá okkum, so skonkti pápi honum eitt glas, og so fór hann í dansin og skipaði "Leivur Øsssurson". Tað var fast hvørt nýggjár.  Pól Ejde skaraði framúr, og tá ið hann fór av bygdini, dalaði dansurin nógv í Funningi, og tá royndu vit ungu at taka við. Kjartan (Højsted), javnaldurin, systrarnar Anna Sofía og Karin (Højsted), eg og fleiri onnur plagdu at skipa.  

Meinhard, farbróðir mín, fórst í 1942 undir Krígnum við "Tór II." - Eitt nýggjár stutt frammanundan vóru teir komnir heim higar at dansa - fleiri frá Gjógv - og teir blivu settir til borðs her hjá okkum. Hans á Rætt (Gjógv) og Meinhard vóru nokkso javngamlir og komu nógv saman. Her var borðreitt við øllum tí vanliga viðskera, og Hans royndi at tirra Meinhard eitt sindur og sigur: "Ikki smakkar hetta kjøtið tað sama sum Omanrættarkjøt!" "Tað er so ójavnt, sum kjøt smakkar," sigur Meinhard og heldur fram: "Men nú skal eg fortelja tær tað, at hesin bógvurin er av tí lambinum, sum vit eiga Omanrætt!" - Hatta var nokkso stuttligt. 

------

Eg havi alt gott at bera gjáarfólki, og tað, ið eg veit um, hava báðar bygdirnar havt stak góðar grannar. Hetta tvætlið, sum skuldi vera millum Funning og Gjógv, var í stóran stíl eitt stórt tvætl."  - Soleiðis endar Sámal áhugaverdu hugleiðingum sínum

 

Kategori: Frásagnir