Jonhard prestur skuldi koma til bíggjar at prætika, og hann skuldi hava sjónvarpið við sær. Fólkatalið er minkað so syndarliga nógv – og sjálvsagt kirkjufólkið samsvarandi. Liggur tú í hálvum andvekri á náttarleið og letur tankarnar reika norðyvir til heimbygdina, so fært tú ikki fólkatalið upp á 20. Eg moyni tað!

Tað er komið fyri, at bara ein hevur verið í kirkju, tá ið vit ikki telja teir tríggjar tænararnar uppí, so sjónvarpsgudstænastan kundi gerast eitt slags avbjóðing við nærmast skrallari kirkju.

Men ráð vóru fyri tí: netið. Sofus heitti á fráflutt bygdarfólk (og onnur) í gjøgnum ”Gjómann um at koma norður. Friðrika lá heldur ikki á boðunum, og tú sást eisini onkran fráflytara gera tað sama, og tað gjørdi góðan mun – og ikki at gloyma fráboðanina um, at drekkamuður fekst í Bygdarhúsinum aftan á kirkjutíð.

Tað var hugnaligt at síggja, at fleiri høvdu vent høvdinum norðureftir hendan vakra vetrarmorgunin, men, men, tað hevði verið so klárviðrað um náttina, at glerstoytt var í støðum, so tungan mátti haldast mitt í munninum á leiðini millum fjalla.

Hesaferð hevði prestur lýst við messu. Tað fekk tankar mínar at leita aftur til ta tíðina, tá ið Hans, lærarin, plagdi at festa eitt uppslag upp á pelan við húsini hjá Olsen: Frá kirkjuni: ”Talvan gongur í dag, og tað verður eisini altargangur.”

Tað var fitt av fólki í kirkju, góð messa og góður sangur (eftir umstøðunum). Urguansari var Sofus, Friðrika deknur og Símun hjá Sigurdi klokkari. Alt riggaði til fulnar, so sjónvarpið skal bara koma aftur.

Tann hugnaligi drekkamuðurin í Bygdarhúsinum var prikkurin. Hann fær eingi orð, men verður vístur í myndum.

 

  

  

 

 

 

 

 

 

  

 

 

 

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna