Krúndiamantbrúdleypsmynd av Petru, f. Joensen (1872 - 1962) og Jóan Paula Joensen (1871 - 1959)..
----
Útvarpið kom í 1956, men longu í 1954 hevur Axel Tórgarð, prestur, tikið Petru upp á band. Hetta sigur okkum so mikið, at Petra ikki hevur verið hildin at vera hvør sum helst, og tað var hon so sanniliga heldur ikki. Axel Tórgarð er best kendur sum prestur og týðari, men hann var eisini okkara fyrsti útvarpsstjóri árini 1957 til 1960. Hendan áhugaverda og søguliga upptøkan er nú fest á blað sum eitt minni um gjáargentuna, Petru, sum 16 ára gomul, í 1888, fór til Íslands at arbeiða í fiski og seinni giftist til Kollafjarðar.
So var aftur gudstænasta í Gjónni – tann níggjunda í røðini.
Høgættin norðanfyri – hygg ikki at, men ið løgin hon kann vera. Vit vóru á veg inn eftir Skálafjørðinum – tráur vindur av útnyrðingi og nógv regn. Hugsaði, at í dag verður eingin gudstænasta í Gjónni, men slá hann – útnyrðingin - tá ið vit komu á Gjáarskarð, mátti viskarin setast á lægstu ferð – og í bygdini var skróvturt. Óivað settust fólk aftur, tí vánirnar vóru av allari leið, men tá ið kirkjuklokkan ringdi klokkan trý, var kortini heilt fitt av fólki komið til bygdar. Trappurnar vóru fullar, og nógv stóðu eisini á Gjónni, men kleivirnar í Gjónni høvdu verið berligar, um vit strikaðu hornorkestrið og kórið.
Tað var á sumri 2009, at Hans á Skipinum og eg vóru uppi á landi á mestsum øllum gongdum og navngivnum plássum fram við sjónum av Føroyaklettinum á Funningsfirði og vestur á Vambarklett, stutt frá markinum móti eiðismonnum. Tað má havast frammarlaga í huga, áðrenn meir verður lisið, at tátíðar menn fóru ikki upp á land nakrastaðni, uttan tað var TIL nakað, men vit settu okkum fyri eisini at fara upp á land á teimum plássum, sum farandi var uppá, uttan at tað var TIL nakað. Jú, men - sanniliga var tað til nakað kortini, tí at við myndum og frágreiðingum hava vit rættiliga gjølla skrásett hesi plássini so mikið væl, at hetta verður áhugaðum nútíðar- og framtíðarbúgvum ein góð hjálp.