- Publiceret den 24 mai 2011
- Víst: 20155
Heimasíðan - bygdin.fo - er ætlað øllum, ið hava áhuga í at fylgja við gerandislívinum við Gjógv. Í myndasavninum ber til - mánað fyri mánað - at síggja ein part av tí, ið fer fram í bygdini. So við og við gerst hesin parturin av heimasíðuni ein varðveitandi partur av persónum og virksemi.
Øll staðanøvnini við Gjógv eru skrásett, staðfest, umrødd og avmyndað, og er hetta sostatt ein berandi partur av síðuni. Innmarkin er ikki teldutøk enn, men gongd er í málinum, sum er ógvuliga tíðarkrevjandi - og spennandi.
Allir hagapartarnir eru umrøddir og dagførdir (við myndum). Gjómaður eigur sítt sjálvsagda pláss, og Gjáarnýtt er eisini á skránni, tá høvið býðst.
Tað allar nýggjasta er tað, at nú hava vit gjørt eitt átak, ið vit kalla "Gakk lív í staðanøvnini". Vit fara nú at leggja nakrar góðar gongutúrar gjøgnum hagarnar til nøkur ávís støð. Túrarnir vera at síggja her á síðuni - við myndum og frágreiðingum av teimum staðanøvnum, ið liggja fram við hvørjum einstøkum túri, soleiðis at tann gangandi kann kunna seg um tað ávísa økið, áðrenn farið verður til gongu. Við GPSara ber sjálvsagt eisini til neyvt at fylgja tí ávísa túrinum.