Sofus: - Nú torir kirkjufólkið betur at syngja við

13.10.2022 TÍÐINDI

- Vil prestur avgjørt, at júst tann sálmurin, sum hann hevur valt, skal syngjast, ja, so byrjar hann bara sjálvur at syngja fyri. So einfalt er tað, sigur Sofus Debes Johannesen, kirkjutænari við Gjáar kirkju. 

GJÁAR KIRKJA – grein 4: - Jú, eg haldi so avgjørt, at kirkjufólkið er fegið um hesa loysnina við at spæla sálmar úr savninum hjá Kringvarpinum. Sum nevnt í fyrru greinini um sálmasangin í Gjáar kirkju, er eingin fastur urguleikari í kirkjuni. Tey nýta ístaðin eina loysn, har ein brúkar alnetið til at fáa urguspæl til sálmasangin við eina gudstænastu.

Vanligt var, at hann sum var ”urguleikari” henda dagin, stóð uppi við urguna og skipaði tónleikin. Urgan kann saktans brúkast til sítt upprunaliga endamál, men tíverri er eingin at spæla uppá hana. Er okkurt serligt í kirkjuni royna tey at fáa onkran at spæla uppá urguna. Soleiðis var eisini sunnudagin 9. oktober, nú gudstænastan skuldi sendast bæði í útvarpi og sjónvarpi. Tað eydnaðist kortini ikki, og tí var tøkniliga loysnin brúkt enn einaferð.



Nú kemur tað meiri enn so fyri, at tann eini tøkningurin, Sofus Debes Johannesen (myndin) eisini er deknur og skal lesa á kórsgáttini, samstundis sum hann skal skipa sálmasangin. Fyri at lætta um hetta fekk hann sær eina fartelefon, haðani hann kann fáa sálmasangin fram gjøgnum stóru hátalararnar í kirkjuni.

Hetta riggaði væl, men, sum Sofus sigur:


- Tað var altíð ein vandi fyri, at telefonin fór at ringja mitt undir gudstænastuni. Tað hevði neyvan riggað so væl. Tí hava vit nú útvegað okkum eina farteldu, so vit sleppa undan hesum, sigur hann brosandi. - Annars vil eg siga, at tað tykist sum kirkjufólkið her torir betri at syngja, nú so góður tónleikur og sangur er í kirkjuni.

STÓRUR ÁHUGI
Í nógvum kirkjum kring oyggjarnar er ofta trupult at fáa urguleikara til hvørja einastu gudstænastu, annaðhvørt hon so er við presti ella dekni. Onkrastaðni liggur tað at vera urguleikari á einum einstøkum persóni. Berst honum frá, er neyðugt at leita sær hjálp úr øðrum kirkjum ella bara syngja uttan tónleik. So eru tað aftur aðrar kirkjur, eisini í teimum miðalstóru bygdunum, har ein hevur fleiri urguleikarar, og tí altíð hevur tónleik til sálmasangin.

Í samrøðuni nevnir Sofus D. Johannesen ávísar bygdir, m.a. á Sandoynni og í Suðuroy, har tað veruliga hevur verið trupult at hava fastar urguleikarar. Sum dømir nevnir hann eina ávísa kirkju, har einasti urguleikari teirra brádliga andaðist, og so stóð ein í roynd og veru á berum. Nakað eftir hetta ringdu tey frá kirkjuni norður til Gjáar fyri at frætta nærri um ta skipanina, sum ein hevði roynt her seinastu tvey árini. Tað sama gjørdu tey í eini grannabygd, eins og fólk frá einum bønhúsi í miðøkinum hava spurt seg fyri.

BEST VIÐ URGULEIKARA
Hesin ítøkiligi fyrispurningurin til kirkjuráðið við Gjógv kom úr Skálavík. Tað var her, at einasti urguleikarin andaðist. Hann spældi bæði her og á Sandi, og var eisini virkin við tónleiki í missiónshúsinum. Tað serstaka við kirkjuni í Skálavík er, at her finst helst elsta urgan í føroysku kirkjunum. Hon er farin um tey 150 árini, og riggar enn, men nú var altso eingin at spæla uppá hana. Neyðugt var nú hjá kirkjuráðnum at hugsa kreativt, og tað var í hesum sambandi, at tey í roynd og veru valdu somu loysn sum við Gjáar kirkju.

Úr Skálavík høvdu tey nevniliga fingið at vita frá øðrum kirkjum, ið nýta hesa somu loysnina, at hon var góð, og gav somuleiðis góðan sálmasang í kirkjuni. Í desember mánaði í 2021 var skipanin royndarkoyrd, og vísti tað seg, at hon riggaði væl tøkniliga, og ikki minst, at kirkjufólkið sum heild vóru nøgd við hana. Men, sum sóknarpresturin í Sandoy, Havstein Klein so vísiliga tók til í eini grein her á heimasíðuni: - Hetta er í lagi. Men tað besta er tó at hava ein urguleikara!

ORGUL ELLA FORSANGARI 
Við Gjáar kirkju er skipanin hon, at um prestur er, so er tað hann, ið velur sálmarnar til gudstænastuna, meðan tað er ”urguleikarin”, ella hann, ið passar tann tøkniliga partin, sum velur sálmarnar tá deknagudstænasta er. Her er eisini hjálp at heinta í sálmabókini ella heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Her er nevniliga eitt uppskot um val av sálmum til hvørja einastu gudstænastu í kirkjuárinum. Og hetta valið heldur Sofus seg tí eisini sum oftast til. Sum nevnt eru rættiliga nógvir sálmar í savninum hjá Kringvarpinum, men langt frá allir.

Og hetta hevur sínar avbjóðingar:
- Prestur kann hava valt nakrar sálmar, ið hann heldur hóska væl til eina gudstænastu. Onkutíð má eg tó biðja hann um at finna ein annan sálm, tí at hesin snøgt sagt ikki finst í savninum. - Men vil hann avgjørt, at júst tann sálmurin, sum hann hevur valt, skal syngjast í Gjáar kirkju, ja, so byrjar hann bara sjálvur at syngja fyri. So einfalt er tað, staðfestir Sofus D. Johannesen.

Kategori: Ikki-bólkað
 
 

(Snorri Brend hevur lovað mær at leggja hesar 5 greinarnar, ið hann hevur skrivað um Gjáar kirkju, á heimasíðu mína. Tær standa eisini á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni).

Gjáar kirkja 1: - Tað má vera plásstrot í hjartanum

22.09.2022 TÍÐINDI

”Tað var lítið fólk at síggja uttandura sunnu- og halgidagsmorgnar, tá ið eg var barn. Tú sást onkran, ið fekst við at geva kríatúrunum; onkra konu, ið fór at mjólka, og so var tað kanska onkur, ið fóru útum at svala sær á eina løtu. Meir var tað ikki”.

Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo) 

GJÁAR KIRKJA – grein 1:

 ”Jesus hugsar altíð um tann einstaka!”, staðfestir deknurin í lestri sínum her í Gjáar kirkju, sum manglar sjey ár í at gera 100 ára gomul. Tað tók annars sína tíð, frá tí at gjáarmenn sendu umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn, til teir umsíðir sluppu í sína egnu kirkju. Umsóknin varð send í 1905, men tað var ikki bara bara at fáa játtandi svar frá myndugleikunum. Nógv oftari var svarið noktandi.

Kategori: Ikki-bólkað

GJÓGV: Fert tú til gudstænastu í hesi vøkru og 90 ára gomlu kirkjuni, ja, so er hon sum allar aðrar – óansæð um prestur er til staðar, ella um deknurin lestur lestur.

Úti í forkirkjuni í Gjáar kirkju stendur klokkarin klárur at taka ímóti fólki, og síðani seta gudstænastuna í gongd við at trýsta á rætta knøttin fyri at fáa klokkurnar at kalla fólk til til Guds orð. Og so kann gudstænastan bara byrja.

Men tann gløggi lesarin dugir helst at síggja, at ein annar týdningarmikil tænari við eina gudstænastu er ikki nevndur her – urguleikarin. Og her kemur tað serstaka inn við Gjáar kirkju: Har er í roynd og veru eingin urguleikari.

Í flest øllum kirkjum kring oyggjarnar er vanligt við einum fysiskum urguleikara, men ikki her. Í Gjáar kirkju eru flest allir sálmar í Sálmabókini spældir inn á diskettu frammanundan, haðani teir verða spældir afturvið sálmasanginum undir gudstænastuni. Tað krevur bara ein einstakan persón at finna løgini fram, og síðani trýsta á ”play” í rættari tíð.

Ein av teimum, sum stendur fyri hesi tænastuni sum – ja, diskett-vendari – er Sofus Debes Johannesen.

- Eg teljist ikki millum tey mest musikalsku í landinum. Men onnur, ið hava gott skil á tónleiki siga ofta við meg, at tey hoyra væl at hesin, sum hevur spælt sálmarnar inn, er stinnur í orgulspæli.

- Og so leggja tey aftrat, at tey duga eisini væl at hoyra at hesin er kórsangari. Jú, eg haldi at vit her hava eina sera góða skipan, leggur hann aftrat.

EITT STÓRT MÁL
Skipanin við tí mannleysa urguleikaranum kom í roynd og veru til Gjáar kirkju einaferð eftir 1996.

Tey høvdu sjálvandi ynskt sær at verandi urguleikari helt fram at spæla til sálmasangin, men hann valdi kortini, vegna sín aldur, at siga hesa tænastuna frá sær.

Sofus Debes Johannesen greiðir soleiðis frá:

- Nú skal eg ikki taka mær heiðurin av nøkrum. Men hetta málið byrjaði einaferð í byrjanini av 90’árunum, tá ein av eldri deknunum kom til mín og spurdi, um eg hevði hug at koma upp í kirkjuráðið.

- Sum so manga aðrastaðni manglaðu tey fólk at koma upp í ráðið, tí har vóru so nógv eldri og tilkomin frammanundan, og sum mettu at nú høvdu tey sitið her sína tíð. Eg svaraði ja, og trúði at tað skuldi vera kirkjuráðsval, men tað bleiv tað altso ikki. Tað var bara tann eini listin, og soleiðis kom eg í kirkjuráðið fyri – uha, ja, meiri enn 25 árum síðani, sigur Sofus við einum brosi.

Tá tey høvdu sín fyrsta fund, skipaðu tey seg við Kristian Jákup Joensen sum formanni og Sofus sum kassameistara. Men tað var kortini ikki bert hetta eina málið á skránni til henda fyrsta fundin. Eitt annað og størri mál mátti takast upp: Spurningurin um urguleikaran.

Støðan var nevniliga hon, at lærarin, Hans Kristiansen, sum tá var farin frá sum lærari, ynskti eisini at gevast sum urguleikari við Gjáar kirkju. Avbjóðingin var at finna ein annan urguleikara í hesi lítlu bygdini, har tað miðskeiðis í 90’unum búðu nakað omanfyri 60 fólk.

- Men hetta var ikki bara sum at siga tað, sigur Sofus.

TÁ NEYÐIN ER STØRST ...
Støðan var hon, at tað var ein annar urguleikari í bygdini, Páll Sivertsen, sum onkutíð hevði loyst Hans av, tá honum barst frá.

- Vit spurdu so Páll, um hann var sinnaður at taka yvir sum fastur urguleikari her, men tað ynskti hann ikki. So nú stóðu vit mitt í trupulleikanum, greiðir Sofus víðari frá.

Tey í Kirkjuráðnum mistu kortini ikki mótið, men spurdu ymisk fólk, sum tey mettu kundu átaka sær hesa uppgávuna. Men hetta bar ikki á mál, tí fólk kanska mettu hesa tænastuna sum eina ov stóra uppgávu.

- Nei, tað var eingin sum helt seg til at spæla. Og ja, ta einu løtuna vóru vit eitt sindur í villareiði og vistu ikki hvat vit skuldu gera, sigur Sofus, sum tó kann staðfesta, at tá neyðin er størst, er hjálpin ofta næst.

Hesin sami Páll, ið virkaði sum lærari við Felagsskúlan á Oyrarbakka kom við einum góðum uppskoti: Hann visti um ein tónleikalærara har, Óla Jákup Joensen úr Leirvík, ið hevði eitt óført ljóðføri til at spæla tónleik inn við.

Her var í stuttum talan um eitt tól, sum ein kundi taka upp tónleik á diskettur og síðani programmera tær til at spæla tónleikin sjálvt. Hetta ljóðaði sum ein skilagóð loysn, og tóku tey upp samband við Óla Jákup fyri at frætta nærri um hetta.

Hesin var sera positivur, og næsta stig á leiðini var at tosa við ein av handlunum í Havn sum kundi selja slíka útgerð – í hesum føri: Elding.

- Vit komu í samband við ein fryntligan og tónleikakønan mann, Jan Zachariasen, sum síðani er fluttur til Svøríkis at búgva við svensku konu síni. Hann visti um hesar møguleikarnar, og tað gekk ikki long tíð, so var øll henda útgerðina bíløgd og send norður til okkum.

- Her var talan um útgerð til at leggja diskettirnar inn í, og ikki minst hetta vælútgjørda Johannes-orglið, haðani tónleikurin ljómar til sálmasangin her í kirkjuni, greiðir Sofus frá.

TÓNLEIKUR LÆTTIR UM ARBEIÐIÐ
Higartil hevði alt gingið sum eftir ánni. Men eftir var spurningurin, hvørt ein føroysk kirkja hevði loyvi at brúka eitt slíkt tól og við einum slíkum orgli. Hetta var jú ikki roynt áður, og tí var her í roynd og veru talan um eitt nýbrot innan kirkjugátt.

Eitt annað var so tað, at allur tann kirkjuligi myndugleikin var ikki heilt við uppá hesa loysnina, - einamest tí, at ein her gekk burtur frá teirri siðbundnu og gomlu tænastuni við at hava ein urguleikara í kirkjuni.

- Men vit stóðu í eini truplari støðu, og royndu tí av øllum alvi at argumentera fyri hesi loysnini fyri okkara kirkju. Og jú, mín sann um tað ikki eydnaðist at sannføra myndugleikan um at vit kundu seta hesa skipanina í verk við Gjáar kirkju, sigur Sofus Debes Johannesen, sum læðandi vísir til ein av teimum, ið vóru við til at taka støðu í hesum máli, nevniliga Agnar Nielsen í Vestmanna.

Í Vestmanna kirkju var einhvør skipan við urguni, har ein kundi trýsta á onkrar knøttar og so spældi urgan av sær sjálvum. Hetta plagdi Agnar at seta frá onkutíð, tá hann gjørdi onkra uppgávu inni í kirkjuni.

- Á henda hátt fekk hann tvey fyri eitt: Bæði orgultónleik, og í øðrum lagi at arbeiðið gjørdist lættari, tá hann hevði tónleik afturvið. So hann var bara positivur fyri okkara uppskoti!

Hans Erland í Brekkunum var hann, ið fekk til uppgávu at spæla øll hesi løgini inn. Og tað hoyrist á lagnum, at her er alt gjørt fyri at tað skal vera spælt rætt, gott og hóskandi til sálmasang.

- Fyrimunurin er, at nógv av løgunum kunnu nýtast til fleiri sálmar, so tað lættir munandi um hjá okkum. Enn vantar nakað í til øll sálmabókin er spæld inn.

- Har vanta eisini løgini til Ískoytið til Sálmabókina. Men tað fer nokk at koma einaferð við tíðini, sigur Sofus Debes Johannesen.

(Vit fara í eini seinni grein at tosa um, hvønn týdning henda skipanin hevur, og eisini nerta við tann veruleika, at tað eru ikki øll ið eru eins fegin um hetta. Spurningurin er, um hetta ikki fer at vera tann lættasta loysnin hjá kirkjunum kring oyggjarnar, soleiðis at tænastan sum urguleikari so líðandi fer at hvørva).

Orð/mynd: Snorri Brend

Kategori: Ikki-bólkað

Gjáar kirkja 2 (Snorri Brend)

Syngja við av lívsins kraft – uttan urguleikara

13.06.2019 TÍÐINDI

GJÓGV: Klokkan er farin væl av ellivu henda 2. hvítusunnumorgunin. Gudstænastan eigur at vera byrjað, men her er einki sum bendir á, at klokkarin við Gjáar kirkju ætlar at seta hana í gongd í bræði. Onkur situr kanska undrandi í kirkjuni og bíðar, tí tað er ikki hvønndagskostur, at gudstænastan ikki byrjar stundisliga. Og so júst í dag – ein slíkan høgtíðardag sum 2. hvítusunnudag, altso! Uttanfyri kirkjuna gongur ein hópur av fremmandafólki, sum eru komin til bygdina fyri at síggja alt tað vakra her. Men brádliga sæst ein heil gonga av fólki – børnum, tilkomnum og onkrum eldri – gangandi móti kirkjuni. Hesi hyggja inn í kirkjuna og tosa sínámillum – ájú, hetta eru helst tey sum kirkjufólkið bíðar eftir: Viðingarnir.

Tað var vist okkurt við, at kirkjufólkið av Viðareiði skuldi gera útferð til Gjáar, og at henda útferðin skuldi byrja við eini gudstænastu her. Ikki vóru tað einans kirkjufólkið, sum var farið hesa longu leiðina frá húsum: Tey høvdu eisini sóknarprestin, Jóannes Purkhús við sær. Hann skuldi prædika, og ja, tí hendi væl saktans einki fyrrenn prestur var komin. Nå, nú fór kirkjuklokkan at ringja, slakar 15 minuttir seinni enn vanligt. Gestirnir av Viðareiði eru komnir uppá pláss. Gudstænastan 2. hvítusunnudag í kirkjuni við Gjógv er byrjað.

GUDSTÆNASTA Á FØROYSKUM
Tað var ikki fyrrenn gestirnir av Viðareiði vóru komin innar í kirkjuna, at tvey ting gingu upp fyri teimum: Tað var fyrra var, at kirkjan rundar tey 90 árini nú sunnudagin – trinitatis sunnudag. Sambært upplýsingum um kirkjuna sæst, at at hóast kirkjan var vígd í 1929, so høvdu gjáarmenn longu í 1905 eina umsókn um stuðul til kirkjubygging til viðgerðar í Funnings sókn. Men tað skuldi vísa seg at verða drúgt at koma á mál. Ferð aftaná ferð fingu teir noktandi svar frá myndugleikunum. 20 ár seinni – í 1925 - var so ein nevnd sett við tí endamáli at fáa kirkjuna bygda, og árið eftir var hildin stórur kirkjubasarur í bygdini. Væl av peningi kom inn, og nú fór byggingin í gongd av álvara.

Dagurin fyri vígsluni var ásettur til 26. mai 1929 – trinitatis sunnudag. Men undan hesum var prósturin, Jákup Dahl spurdur um ikki øll vígslugudstænastan kundi vera á føroyskum máli, tí at tað var vanligt fólkaynski í bygdini. Og so varð. Umframt hesa søguligu hending var Gjáar kirkja tann fyrsta, sum – orsakað av tørvinum á urguleikara – fekk sær eina elektroniska skipan, sum kann spæla flest øll løgini til sálmarnar í sálmabókini. Og tað var hesa skipanina, sum kirkjufólkið av Viðareiði á fyrsta sinni fekk høvi at royna, lurta eftir og syngja saman við henda dagin.

KNØTTURIN
Henda sunnudagin var tað – sum so ofta – Sofus Debes Johannesen ið var maðurin við tøkniligu ábyrgdini av gudstænastuni. Hann stóð í forkirkjuni tá tey vitjandi komu innar, og fekk høvið at heilsa uppá nøkur teirra, áðrenn hann fór upp á loft.

- Í dag eri eg eisini klokkari, tí fleiri eru burturstødd í dag, sigur hann við einum brosi. Skipanin er soleiðis, at honum bert nýtist at trýsta á ein knøtt fyri at fáa klokkuna at ringja. Og so væl er lagt til rættis, at hesin knøtturin stendur beint við trappurnar ið føra upp á loft, har urgan og skipanin við sálmunum eru.

Hann trýstir á rætta knøttin og klokkan ringir, alt meðan hann fer upp á loft og tríggjar minuttir seinni kann seta eitt præludium í gongd, sum í dag er eitt ørindi úr vælkendum sálmi. Deknurin lesur síðani inngangsbønina, áðrenn fyrsti sálmur verður sungin. Hóast eingin fysiskur urguleikari er til staðar, ljómar tónleikurin nú út í kirkjuna, bæði við forspæli og røttum tali av ørindum. Og fólk syngja væl við í vøkru kirkjuni.

LEGGJA SÁLMARNAR INN
Sofus hevur frammanundan fingið sálmarnar frá Jóannes Purkhús, og skal tí í roynd og veru bara ”leggja teir inn”, um ein kann siga tað so. Hann finnur fram til eitt hóskandi lag, sum hann setir inn í skipanina við rætta tali av ørindum. Tað sama ger hann við hinar fýra sálmarnar sum eru valdir til gudstænastuna. Men ein gudstænasta er annað enn bert sálmar. Har er eisini ein hópur av styttri og longri aftursvarum frá kirkjufólkinum, men hetta ordnar skipanin eisini.

Ein partur av arbeiðinum hjá einum vanligum urguleikara er at venja sálmarnar  frammanundan, velja sær eitt præ- og postludium, og annars vera klárur við aftusvarum, tá tað krevst. Í so máta er eingin broyting í tænastuni hjá urguleikaranum við Gjógv. Hann skal í roynd og veru bert fyrireika seg á ein annan hátt, nevniliga við at leggja sálmar, tónleik og aftursvar inn í røttu raðfylgjuna – og so vera til reiðar at trýsta á play, tá tað nú er! Hóast tøknin er einføld at brúka, krevur hon kortini sín mann!

STEINGJA ELLA HAVA OPIÐ
Henda skipanin við tí elektroniska urguleikaranum kom til Gjáar kirkju einaferð miðskeiðis í 90’unum. Eins og so manga aðrastaðni í kirkjunum kring oyggjarnar var her trupult at fáa onkran at taka við tænastuni, tá tann verandi urguleikarin valdi at leggja frá sær. Roynt var at finna ein avloysara nú og ein annan tá, men hetta er møðsamt í longdini, ikki minst tí at tað ikki altíð er eins væl koyrandi hjá fremmandum fólki um Gjáarskarð á vetrartíð.

Umvegis góðar keldur eydnaðist tað at fáa hesa skipanina keypta til kirkjuna, og síðani hevur hon verið brúkt til flest allar gudstænastur og aðrar tænastur í kirkjuni (Meiri verður greitt frá um hesa skipanina í eini seinni grein.) Hinvegin verður roynt at hava urguleikara við serstakar tænastur, eitt nú tá jarðarferð er. - Eg plagi at siga tað so, at henda skipanin er munurin millum at hava kirkjuna opna ella at lata hana aftur, sigur Sofus Debes Johannesen álvarsamur.

Og nú sunnudagin er aftur ein slík serstøk gudstænasta, tá kirkjan verður 90 ár. Henda hátíðardagin fær skipanin við sálmasangi tó hvíld. Tað hevur nevniliga eydnast kirkjuni at fáa ein urguleikara úr grannabygdini at spæla til gudstænastuna sum byrjar klokkan 11. Talan er um Johan Dam úr Funningi sum skal leiða sálmasangin. Á gudstænastuni luttekur eisini Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Hiðani frá skal verða ynskt tykkum øllum við Gjógv ein góðan hátíðardag!

Orð/mynd: Snorri Brend

Kategori: Ikki-bólkað

Áir innangarðs (og uttangarðs)

Sjálvt um tað er soleiðis, at tær flestu (um ikki allar) áirnar, ið eru innangarðs, eisini eru uttangarðs, so kenna vit betri nøvnini á teimum, tá ið tær koma oman um garðarnar.

Vit byrja sunnan fyri Ánna – heilt Eysturi undir Hamri:

Mylláin

Tað hevur altíð ljóðað, at ein mylla var her, men tað einasta, ið livir eftir, er navnið Mylláin, men navnið kemur neyvan av ongum.

Seyðabólsáin

 

Navnið er avleitt av seyðabólinum, ið her er, so navnið er yngri enn Seyðabólið. Nú stendur eitt seyðhús har. Ein eldri maður tók soleiðis til, tá ið vit vóru her eysturi: ”Tað er so nógv broytt í fjøruni í mínari tíð, men kortini finnur Seyðabólsáin sjógv her á Slættanum heiman fyri Stórahol”. Eystan fyri Útkikskneysan í fjøruni var fyrr ein nokkso stórur fossur í Seyðabólsánni. Har bar væl til at svimja, men nú hevur brimið fylt mestsum allan fossin við gróti. Út úr Seyðabólsánni var rættuliga gott seiðapláss, tá ið dyrgt var við tráðu." - Ein lítil fossur í Seyðabólsánni - oman fyri vegin - eitur Lítlifossur. Navnið verður mest brúkt í sambandi við bøstykkir. Fleiri stykkir her á leið eita "við Lítlafoss".

Garðará

 

Navnið Garðará man hava samband við tann gamla garðin, sum gekk niðan við ánni. Tað hevur verið toluliga lætt at gjørt garð niðan við Garðará, og áin hevur jú navnið hjá sær. Garðurin gekk niðan við ánni allan vegin úr fjøruni - og eystan fyri Heygg - og so í Stórá heimi í Forna.

Lítla Garðará

Eysturi við Samogn (eitt bøstykki) gongur ein grein úr Garðará við kós ímóti Atusteini. Hetta er Lítla Garðará. Garðará sjálv hevur kós heim á Heygarnar.

Skrubb(u)keldan

Skrubbukeldan er heimarlaga í Gamlagerði, og navnið sigst vera komið av tí, at tey, ið høvdu skrubb og vaskaðu sær í kelduni, skuldu gerast frísk. - Tað er munur á eini keldu og eini á, men vit taka hesa kelduna við kortini. (Ein kelda er grundvatn, sum vellir fram úr lendinum).

Hatta var tað sunnan fyri Ánna, og nú flyta vit okkum norðurum:

Rættáin

Henda Rættáin er mestsum farin í søguna, nú hon er løgd undir heilt. Hon rann (rennur) oman heiman fyri Heimaru Lon og var matará hjá báðum húsunum í Lon. So rann hon oman uttan fyri húsini á Rætt og oman í Stórá. Tað er ilt at meta um upprunan til navnið, men tað er alt, ið bendir á, at ein rætt hevur verið her í forðum. (mynd tekst ikki av henni).

Byrgisá

Eingin veit at siga, um navnið Byrgisá hevur nakað samband við byrgi at gera, men vit hava jú seyðabyrgi Uppi í Byrgi, so navnið kann møguliga vera komið tann vegin.   Beint oman fyri Geilina er líkasum ein bakki á helluni í Byrgisá ‑ her plagdu tey at taka vatn o.a.  Fyrr rann Byrgisá oman í Stórá uttan fyri Bygdarhúsið – oman í Fløttánna – men tá ið so dansistovan bleiv bygd, so løgdu teir Byrgisá í rør, og nú rennur hon beint oman í ánna heiman fyri Bygdarhúsið

 

 

 

Kategori: Ikki-bólkað

Flere artikler...

  1. 1963
  2. Eileen
  3. Asbjørn
  4. Bina

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna