Tveir dagar aftan á fyrsta summardag - ruddingardagur. Vindurin skrykti í bilin á veg norðureftir, og ælingarnir vóru hvassir, men tað var væl av fólki í Bygdarhúsinum, tá ið morgunmatarborðið var búgvið. Bygdarfólkini eru tíverri vorðin so fáment, at uttan onnur - við einum og hvørjum sambandi við bygdina - var neyvan nakar ruddingardagur.

Bygdin er rættiliga rein. "Færri fólk - minni órudd," helt onkur fyri. "Turistarnir?" spurdi ein. "Teir órudda einki," var aftursvarið. Líkamikið - leyst órudd var lítið og einki. Arni, sum plagar at hava ánna, gekk hendur í hupp - arbeiðsleysur. Fjøran rein - onkur plastfløska. Hvat so? Jú, rennur blivu reinsaðar. Gras, ið hevði hug at taka asfaltið, bleiv grivið burtur, og Símun, ið hevði brandslanguna um hendi, gjørdi eitt ordans hál á Gjónni og har um vegir.

Nei! Eg havi ikki gloymt tey, ið eftir vóru í Bygdarhúsinum. Nevni ikki nøvn - tey síggjast á myndum - men teir settu tvær hitapumpur upp - eina í erva og eina í neðra. Tær stákaðust í køkinum og gjørdu góðan døgurða, sum skuldi verða klárur klokkan 5. Bygdarhúsið hevur annars fingið ein ordans umgang síðsta vetur og sær út sum nýtt. Tað havi eg umrøtt fyrr, og tey, ið hava brúkt nógva tíð av síni frítíð fyri at náa hesum úrsliti, eiga alla tøkk uppiborna.

"Nú manglar bara køkurin (og pengar), so er alt tipp topp," helt ein teirra fyri. Frálíkt.

Tit síggja á myndunum, at onkur sær heldur veðurbardur út, so eg sleppa frá at skriva um veðrið. Klokkan 5 var Bygdarhúsið fult, og borðreitt var við frálíkari lasanju, ið, sum nevnt, var evnað til í køkinum.

Góður dagur, nógv kom frá hondini, og mín leiklutur: um hann kunnu tit lesa her - og so síggja nakrar myndir. 

                 

      

  

   

                                                                                                                                

                                                                                                                                 

                                                                                                                           

 

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna