Nýtt er tað, ið sjáldan sker! Fyrstu og einastu ferð seyður hevur verið í Fløttum í Funningsbjørgunum - tað nakar veit - var í 1930. Tá høvdu funningsmenn tveir veðrar har, men bara annar kom aftur, og ikki royndist hann heldur. Hesi seinastu árini hevur tað vundið alt meir og meir upp á seg at sleppa veðrum í meir ella minni óatkomulig fitilendi.
SNV34593
Í vetur lak út, at onkur arbeiddi við hugsanini um aftur at royna at sleppa veðrum í Fløttir. Skjótt kom tað ítøkiliga fram, at tað vóru "eysturoy-ararnir" - feðgarnir báðir Herman og Absalon - garparnir, ið endurtóku Búgvan í 2007 - ið áttu hugsanina. Petur Skeel Skarðsá, úr Funningi, var til dystin fús og føddi tvey heystlomb inni í vetur til endamálið. Sjálvur var eg eitt slags klæðsseksdrongur hjá "Búgvamonnunum" í 2007 og meldaði meg sostatt eisini kláran til veðratúrin í Fløttum. Mikudagin 03.06.09 var fínasta veður og avgjørt at fara. Vit báðir Petur Skeel leiddu seyðirnar norð á Sig, og har samlaðust tropparnir - Herman, Absalon og Kathrina (unnusta Absalons). Herman og Absalon leiddu so verðrarnir niður í gjøgnum Eggina og niður á Bergstokkin (langur vegur), haðani sígast kann niður í Ovasta Fløtt. Tað gekst heilt væl at koma niður í Ovasta Fløtt við veðrunum. Herman fór við tí fyrra, og Kathrina við tí seinna - og sá tað so sera einfalt og lætt út, sum um hetta var teirra dagliga yrki. Vit fýra sigu niður í Fløttir, meðan Petur var eftir í erva. Ein sera, sera, hugnalig og hugtakandi løta í Fløttum hetta kvøldið. Sítt gras, nógvar hvannir, ótal av havhestaeggjum, men tó - ikki ein tann einasti ein lundi (heldur ikki í Miðfløtti)- og so vesturskinið á Búgvanum og Rivinum.  Einki verandi stað kortini - upp aftur mátti farast - men tá ið eg sá, hvussu Absalon og Kathrina við egnari megi lestu seg upp gjøgnum bergið, gjørdist mær greitt, at hatta orkar ikki. Rætt fekk eg - komin einar 10 metrar upp við egnari megi, var orkan fullkomuliga burtur. "Herman! Tit mugu draga meg upp"! So var - og nú gjørdist uppferðin ein dreymaferð við deiligum kenslum. Petur hevði sitið so tolin og bíðað og fylgt við okkum - og túrurin heim av Ambadali var vakur og gevandi - bæði so og so. Eftir í Fløttum eru so tveir svartir veðrar, og spennandi verður - koma teir aftur? - og um so er - hvussu skerst og smakkar?
 
---- Eitt sindur um Fløttir: Fløttir eru í Funningsbjørgunum - eitt sindur inni vestan fyri Búgvan. Her eru tríggir fløttir, ið vanliga hava rættuliga fitt av lunda. Fløttir verður brúkt sum felagsnavn fyri Ovasta Fløtt, Miðfløtt og Niðasta Fløtt. Tikið kann verða til: "Nú er langt síðani, at nakar hevur verið í Fløttum!"
Eitt sindur um tær seinastu ferðirnar í Fløttum:
Á ólavsøku 1962 vóru hesir í Ovasta Fløtti: Knút á Geil (Knút Højsted), Kjartan Klein, Herluf Joensen og Árni Brattaberg. Í erva var Sivert Martin Joensen. Teir fingu 800 lundar. Í 1963 vóru hesir í Miðfløtti: Pól Jóhannes í Lon (Poul Johs. Thomsen), Petur Andrew Bláberg, Petur Eivind Petersen, Jógvan Nónsgjógv og Árni Brattaberg. Í erva vóru Sivert Martin Joensen og Jóan Petur á Reyninum (Joen P. Johannesen). Teir fingu 250 lundar. Onkur smávegis túrur hevur verið í Fløttum síðani 1963, men hetta var so seint í august mánað, at teir fingu einki.

Fleiri myndir:  myndasavninum - 2009 - Við veðrum í Fløttum
Kategori: Bjørgini

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna