Her eru tríggir fløttir, ið vanliga hava rættuliga fitt av lunda. Navnið Fløttir verður brúkt sum felagsnavn. Tikið kann verða til: "Nú er langt síðani, at nakar hevur verið í Fløttum!"


Eitt lítið sindur um tær seinastu bjargaferðirnar í Fløttum:
Á ólavsøku 1962 vóru hesir í Ovasta Fløtti: Knút á Geil (Knút Højsted), Kjartan Klein, Herluf Joensen og Árni Brattaberg. Í erva var Sivert Martin Joensen. Teir fingu 800 lundar. Í 1963 vóru hesir í Miðfløtti: Pól Jóhannes í Lon (Poul Johs. Thomsen), Petur Andrew Bláberg, Petur Eivind Petersen, Jógvan Nónsgjógv og Árni Brattaberg. Í erva vóru Sivert Martin Joensen og Jóan Petur á Reyninum (Joen P. Johannesen). Teir fingu 250 lundar. Onkur smávegis túrur hevur verið í Fløttum síðani 1963, men hetta var so seint í august mánað, at teir fingu einki.

ktlum copy

Petur, Jóhannes Køtlum, Jón, Wentzel og Jóannes Erik. (síggið tað síða grasið og tær stórvaksnu hvannirnar)

Men so í 1994 varð aftur ein roynd gjørd. Við vóru Jóhannes Køtlum, Petur P. Dahl, Wentzel Andreasen, Jóannes Erik Køtlum, Jón Højsted og Kristian Dahl. Teir høvdu fingið loyvi frá Náttúrugripasavninum at draga lunda, men bara pisur - tí fóru teir um dagin. Vanligt var fyrr at fara um náttina, tá tann gamli lundin lá inni, so tóku teir báðar.

Bjargamenninir høvdu lovað Náttúrusavninum frágreiðing frá túrinum, og hon ljóðaði soleiðis:
Tann 9. august 1994 kannaðu vit lundalandið Ovasta Fløtt og Miðfløtt í Funningi. Eingin hevur verið har síðani 1963, tað vit vita, og tá fingu teir 250 lundar - pisur og gamlan lunda - allan í Miðfløtti. Nú var eingin lundi har. Út fyri hvørjari einastu lundaholu sat ein havhestaungi. Vit kannaðu gjølla tað økið, har sum lundin bygdi fyrr, og gjørdu stakroyndir ymsastaðni í upsini - alt við sama úrsliti. Havhesturin sat so tættur um báðar fløttirnar - eisini á teimum økjum hvar lundi ikki hevur átt. Viðmerkjast skal, at í 1963 var rotta sædd í Ovasta Fløtti. Tað verður helst ikki í bræði, at tað aftur verður søkt um loyvi at draga lunda har, ella er nakað at gera fyri at fáa lundan at koma aftur? endaðu bjargamenninir frágreiðingina.

bjargalinur

Bjargalínurnar á loftinum í Funnings kirkju

Kategori: Bjørgini

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna