IMG 27241

Torbjørn og Sigga

Mánadagin 13.06.16 fór eg mær ein túr á Oyrarbakka fyri at tosa við Torbjørn um barna- og ungdómsár hansara við Gjógv - og yrkisleið hansara sum heild. Hetta var ein hugnaligur seinnapartur. Hjúnini bæði - Torbjørn og Sigga - eru blíð og fryntlig fólk. Við góðum drekkamunni, kakum og karamellum var lætt at fáa glið á prátið - og so haldi eg, at vit bara lata Torbjørn "taka orðið": Eg eri føddur á Oyrarbakka 02.10.1928 og gangi sostatt væl á tey 88 árini. Pápi var av Eiði og æt Pól Andreasen, føddur 12.10.1892. Mamma var úr Geil við Gjógv, og hon æt Súsanna, f. Klein 21.04.1898. Vanliga bleiv hon kallað Sanna. Vit vóru 6 systkin: Olga, f. 16.04.27, Eg (Torbjørn) f. 02.10.28, Asta, f. 08.01.31, Óluva, f. 22.05.32, Ingibjørg, f. 17.12.33 og Lina, f. 14.09.36. Kona mín er Sigga, f. Poulsen, 1930, av Oyrarbakka. Vit giftust í 1955. Foreldur hennara vóru av Eiði. Vit eiga 5 børn: Jørgin, f. 1956 (býr í Havn), Sigtór, f. 1960 (Havn), Heri, f. 1964 (Havn) , Súni, f. 1969 (Havn) og Iris, f. 1971, býr á Eiði. - Sum tvey ára gamal fór eg til Gjáar at vera. Pápi førdi meg við maskinbáti norð á Bakka, og har tóku Olaf, mammubeiggi, og Klæmint (av Eiði), gubbi, ið var giftur við Onnu, mostur, ímóti mær. Teir skuldu bera meg til Gjáar. Eitt sindur minnist eg aftur av tí túrinum. Eg varð borin í einum rimaleypi og sat á eini fjøl, ið var stungin í millum rimarnar. Tá ið vit komu á Eiðisskarð, lovaðu teir mær úr leypinum, so eg skuldi sleppa at renna kapp við Klæmint, gubba. Hetta gjørdu teir fyri tað, at eg skuldi fáa varma aftur í kroppin. Eisini minnist eg púra klárt, tá ið eg kom inn í Geil. Eg stóð stillur eina góða løtu, tí gólvið var tann bera mold, so eg helt tað vera eitt grúuligt skil. Eg hevði ikki sæð moldgólv fyrr. Ikki var eg meir enn innkomin, nú kemur Dánjal Rasmus í Horni inn við Hans Edvardi. Vit vóru mestsum javngamlir og blivu bestu vinir til tann doyggjandi dag.

IMG 27231

Tey gomlu Geilarhúsini - niðurtikin 1934. (Valdemar Djurhuus hevur málað málningin).

Eg kom í tey gomlu húsini í Geil, og tað eru tey elstu húsini, sum eg veit um. Tey høvdu moldgólv og líktust mest húsunum í Jógvansstovu. Inngongdin var omanfyri, og hønurnar høvdu eitt lítið rúm í heimara enda. So komst tú inn í roykstovuna, sum hevði moldgólv og koyggjur rundanum, og so var ein lítil stova ímillum og eitt lítið kamar í endanum. Tá ið eg kom til Gjáar í 1930, búðu hesi í Geil: Andrias, abbabeiggi, f. 1879, Sigga, abbasystir, f. 1869, Liva (Olivia), mostir, f. 1899 og Jóhanna, mostir, f. 1896. Jóhanna var ikki gift tá. So var tað tað, at mamma gjørdist sjúk av tuberklum, og læknin forlangaði, at børnini máttu fara út. Hetta var í 1939, og tá komu Asta, Ingibjørg og Óluva eisini til Gjáar, men Olga og Lina vóru eftir á Oyrarbakka. Asta og Ingibjørg fóru til Jóhonnu, mostur, og Sofus. Súsanna í Jógvansstovu vildi hava Ingibjørg, men, ikki veit eg, hon endaði eisini hjá Jóhonnu, mostur, og Sofusi, men Óluva kom til okkara, í Geil. -- Javnaldrar mínir vóru Pól Sigurd á Rætt, Sofus í Fornanum og Meinhard á Skipinum - og so Ida á Grótheyggi, Bergfríða á Heygnum, Elinborg hjá Kallsoy og Hermina í Niðara Hoygarði. Vit konfirmeraðust í Funningi, og presturin var Sand. Nei, sum vit spældu nógv úti í Jógvinihyli - floyttu við bátum ella spískaðu eitt fjalapetti og settu mastur og segl uppá. Hetta kallaðu vit lapparar. Tað man koma av tí, at teir fóru mestsum lappandi undan vindinum. Seglini vóru av nævuri. Summir dreingir høvdu skip, sum páparnir helst høvdu gjørt teimum, og so plagdu vit at floyta allan vegin úr Jógvinihyli - inn í Stórukós - út við Seiðabergi og líka inn í Ánna. Eisini svumu vit javnan í Jógvinihyli. Tað var óføra stuttligt. Petur á Fløtti átti eitt so grúuliga vakurt skip, men eina ferð hann fór floytandi við tí inn um Jógvinihyl slitnaði bandið, og skipið rak til havs við fullum seglum og sást ikki aftur. Tað var eitt verri skil. Tey gomlu søgdu, at eitt hol var í Jógvinihyl - Jógvinihol - og at tað skuldi draga til sín, men tað sóu vit einki til. Merkiligt nokk - ikki vóru tey eldru bangin um okkum, tá vit svumu har úti. Tað hevði neyvan verið so í dag. Serliga væl minnist eg, at Súsanna í Jógvanstovu svam ofta á sjónum. Hon hevði verið í Danmark, og har hevði hon lært seg at svimja. Hon plagdi at koma oman á Seiðaberg og blaka seg útí og koma upp aftur á land inni í Kósini. Tað var ikki hvønndagssjón, at síggja vaksnar konur á sjónum. Hon var ófør - helst framman fyri sína tíð. Annars veiddu vit nógv lítlimurtar og síl um sumrarnar, tí vit høvdu altíð pisur. Tað kundi vera lomvigapisa, lundapisa, skurapisa, kjóvapisa og ternupisa. Teimum gomlu dámdi ikki, at vit høvdu ternupisu, tí ternan er friðað. Eg hevði ofta lomvigapisu. Tá ið teir høvdu verið til bjarga var lomvigapisa næstan í hvørjum húsi. Hon vaks væl, men hon treivst ikki, tá hon varð vaksin, so tá sleptu vit henni á sjógvin. Onkutíð hevði eg skarvapisu. Tað riggaði væl, og tá ið hon var vaksin, plagdi eg at bera hana oman í Gjónna og lova henni á sjógv. Ta fyrstu tíðina kom hon aftur, men so ein sjønnan dag hvarv hon. Um ólavsøkutíðina komu eyrriðurnar niðan í Ánna, og tá var nógv lív í Høvdafossinum. Ein dagin fekk eg tretivu eyrriður í Høvdafossinum. Eg hevði ein góðan glúp, og so var bara at stinga hann niðan undir sjálvan fossin, tí har var fult av eyrriðum. Tær fingust eisini við maðki heim í gjøgnum Ánna. Tær smakkaðu væl at eta, men hendan dagin var eg so heppin, at eg seldi allar eyrriðurnar til nakrar eingilskar hermenn, ið vóru í bygdini tann dagin. Teir vóru óðir eftir eyrriðum. Hermenn komu javnan til Gjáar - einir 10/15 tilsamans. Tann dagin, ið minan brast í fjøruni, vóru teir eisini her. Eg var farin í song, tá ið eg hoyrdi hendan øgiliga brestin. Andrias, gubbi, og eg svóvu í sama kamari, men hann bara kvaklaðist við einar tvær ferðir. So rópti eg á hann, at eina mina var brostin, men hann svaraði bara: "Tvætl!" Tá komu Kjartan og Leivur leypandi oman av Heygnum og skuldu eystur at vita, hvat ið var hent. Minan var komin á land eysturi á Íslandi og hevði rivið helluna upp og blakað grót langt niðan í bøin og bygdina. Hjá okkum í Geil fóru nógvir rútar, men tað vóru stórir skaðar um alla bygdina. Tað gingu mestsum tríggjar strálur frá minuni: ein niðan ímóti kirkjuni, ein niðan í bygdina og ein yvir ímóti neystunum Niðri á Bakka. Jú, vit spældu altíð úti - vóru lítið innandura. Um veturin var kavin tað stóra spæliplássið. Skreiðaðu, gjørdu kavamenn og kavahús. Men um veturin var nógv virksemi inni. Menninir spunnu, og konurnar bundu skipstroyggjur, so hvør ullarlagdur var brúktur. Soleiðis var eisini hjá okkum uppi í Geil. Skipstroyggjurnar blivu seldar ti handlarnar, og so kundi mann keypa varu fyri pengarnar. Tá var lív í handlunum. Har sótu so nógvir menn - serliga um kvøldarnar - at tann, ið kom at keypa, mátti troka seg fram at skivuni. Beinkirnir vóru fullir, og skivan við. Merkiligt tú - summir sótu við knívi og molgraðu hol niður í ta tjúkku skivuna. Handilin var fullur innan av tubbaksroyki, og eisini skráaðu teir og spýttu inn undir beinkirnar. Tað var púra vanligt. Prátið gekk lívligt um seyð, fugl, fisk, politikk - ja, alt millum himmal og jørð. Tað var hugnaligt, og tú lærdi nógv av prátinum - serliga hjá teimum gomlu. Fiskaarbeiði var eisini hjá Sofusi og Petur Christiani, har teir flaktu og saltaðu fisk. Eg var altíð við í øllum arbeiði hjá Sofusi - frá smádrongi av - hjálpti til og arbeiddi fisk í fiskajkallaranum. Ta seinnu tíðina í 1940unum var tað soleiðis, at Sofus tók ímóti fiski í Gjónni. Tað gekk fyri seg upp á tann mátan, at tá ið bátarnir komu av útróðri, bleiv fiskurin blakaður upp á Helluna, vigaður og koyrdu aftur í bátin. S.P. Petersen (Piddi), í Fuglafirði, keypti fiskin. Erik og Jacob komu eftir fiskinum við motobáti. Motorbáturin var liggjandi útfyri, og fiskurin bleiv førdur umborð í tann motorbátin og endaði so í Fuglafirði.

95902

Hesi Geilarhúsini eru bygd í 1934.

Nei, nú má eg siga tær meir um húsini í Geil. Olaf, mammubeiggi, fór at tosa um at taka tey gomlu húsini niður og byggja nýggj hús. Hetta samdust tey gomlu og tey yngru um, og Olaf fór so í holt við at taka niður. Vit máttu so flyta út, meðan byggingin stóð uppá og fóru at búgva í Niðara Hoygarði, hjá Juliusi. Har mundu vit vera í eitt ár. Hetta var í 1934, og Anton á Klá bygdi tey nýggju húsini. Vit fluttu so aftur í Geil, og tá var eg seks ára gamal. Jóhanna, mostir, hevði meg mestsum undir hond, til hon giftist og flutti oman til Debus í 1935. Í teimum nýggju húsunum kom eg so at búgva saman við Andriasi, Siggu, Livu, Olafi og Astrid hjá Petur Christiani (Astrid. f Joensen, 1912), sum giftist við Olafi, mammubeiggja. Olaf fór niður til Danmarkar fyri Kríggið at sigla við einum fraktskipi, og Astrid fór niður at lesa til lækna, men slapp ikki heim aftur, fyrr enn Kríggið var liðugt í 1945. Tey fingu ein son í Danmark í 1940, og hann eitur Ólavur Bjørn Klein. Tá ið týskararnir tóku Danmark, var Olaf - við fraktskipinum - á veg til Onglands, og skipið bleiv bumbað av einum týskum flúgvara. Manningin fór av skipinum, men so komu eingilskir jagarar og róku týska flúgvaran burtur. Tá avtornaði, fóru menninir umborð aftur á skipið og komu til Onglands í øllum góðum. Seinni bleiv skipið leigað yvir til Amerika, og Olaf fylgdi við, men so hendi tað, at hann gjørdist sjúkur av tuberklum og bleiv lagdur inn á eitt sjúkrahús í New York, so tað var ein ring støða. Ein føroysk kona - Alexandra Midjord, úr Hvalba - ið var har á leiðini, hevði hoyrt, at ein føroyingur lá á hesum sjúkrahúsinum, og hon kom so at vitja Olaf, mammubeiggja. Tey prátaðu mangt og hvat, og so segði Olaf, at hansara hægsta ynski var at sleppa heim til Føroyar. Ein dagin hevði hon frætt, at eitt føroyskt skip var komið til Amerika og lá við bryggju onkustaðni har á leiðini. Alexandra fór umborð á skipið at spyrja skiparan, um hann kundi taka henda sjúka føroyingin heim við sær. Skiparin segði, at hann skuldi tosa við manningina um hetta, og so skuldi hon hoyra aftur. Olaf var tuberklasjúkur, so tað var ikki nøkur løtt avgerð at taka, tá hugsað verður um smittuna. Líkamikið - konan fekk so boð frá skiparanum, at Olaf skuldi sleppa heim við teimum, og at hann skuldi fáa skiparakoyggjuna at vera í. Tað var ein vøkur gerð. Skipið var skonnartin "Mjóvanes", ið Andrias í Túni, á Toftum, átti, og skipari var Poul Mørkøre, úr Havn. Hetta var um summarið 1942. Bjarni Niclasen, úr Kunoy, ið var við "Mjóvanesi" í Amerika, sigur soleiðis í bók síni "Hendingar á leiðini": "Tað tók okkum 24 samdøgur úr New York í Trøllhøvda ---- Vit tóku eisini tveir ferðarmenn heim aftur við (úr Amerika). Annar var Kristian Kruse, av Eiði ---- Hin var ein gjáarmaður, sum æt Olaf Klein. Hann var farin sjúkur í land í New York, hann lá á einum sjúkrahúsi á Ellis Island, og hann vildi fegin heim aftur til Føroya. Hann var rættuliga maktalítil tá, men hann var so frægur, at hann var uppi hvønn dag, og stundum kundi hann halda í rattið eina løtu, meðan róðursmaðurin fór niður at fáa sær ein kaffimunn." Olaf endaði so á tuberklastøðini í Hoydølum. Astrid var lækni á tuberklastøðini, meðan Olaf lá har, men hann bleiv ikki frískur aftur og doyði á tuberklastøðini í 1947. Tá búðu Andrias, Sigga, Liva og eg í Geil. Tey vóru gomul fólk og orkaðu ikki tað nógva. Neyt og seyður vóru at passa - og torv, eplir og hoyggj - so eg føldi ábyrgd av tí heila, og so segði Andrias, gubbi, við meg: "Góði Torbjørn! Ikki rýma frá okkum!" Andrias átti part í 6-mannafarinum, ið nevndist "Tjaldrið", saman við Pól Eriki á Tarafløttinum, Dánjali í Bíggjarlagnum og teimum á Heygnum, og hann gav mær sín part, tá ið hann ikki orkaði meir. Har róði eg so út, og manningin var henda: Dánjal í Bíggjarlagnum, Pól Erik, Leivur og Kjartan á Heygnum, Dánjal Rasmus og so eg. Vit róðu nógv við línu - tríggir mans á landi og triggir við bátinum. Eg var altíð við bátinum, tí eg passaði motorin. Motorurin var 4-hestar Stuart, og Niklas í Koltri hevði bygt "Tjaldrið". Vit plagdu at hava fýra línur og fingu gjarna upp í tofturúmið og eitt sindur upp í bógrúmið - eini 800 til 1000 pund. So skal eg siga tær eitt sindur meir um "Tjaldrið". Áðrenn "Tjaldrið" var komið, róðu vit við "Sjúrðarstovubátinum", ið teir kallaðu "Stúkan". So var tað ein dagin - eg var ikki við tann dagin - teir vóru úti á havi, tá funnu teir ein tjúkkan stokk - hann var 12x12 tummar og longri enn báturin. Tað var gott veður og eitt lítið lot av landnyrðingi, so tá teir høvdu fingið fast á stokkin, settu teir seglið og sleipaðu stokkin inn í fjøruna - tann báturin hevði ikki motor. Stokkurin var av reyðaviði, og Niklas í Koltri fór við stokkinum og gjørdi "Tjaldrið" burtur úr honum - og sjálvandi øðrum viði eisini. Hesin reyðaviðurin var harður og tættur, og hann brast illa, tá báturin stóð uppi á landi, tí hann toldi ikki sólina. "Tjaldrið" hevði hvítan botn, men rimin og remman vóru svørt. Neyst hoyrdi til bátin. Tað var tað niðasti neystið Niðri á Bakka, og teir róptu tað Muddaneystið, men ikki veit eg, hvørjum tað navnið kom av. Andrias, gubbi, gjørdist sjúkur, og hann doyði niðri í Danmark. Hetta var í 1951, og hann var 70 ára gamal, og líkið varð borið úr Funningi. Eg sá tað, at hetta fór ikki at ganga uppi í Geil. Eg royndi at velta og alt annað, sum kravdist - gera sum frægast - eisini at rógva út við "Tjaldrinum". So var tað eisini vegarbeiði. Vit arbeiddu í trimum holdum. Tað vóru tvey hold norðan fyri Ánna og eitt sunnanfyri. Onkur skemtari hevði givið holdunum navn. Tað heimara holdið norðan fyri Ánna kallaðu teir Piparholdið, tí har vóru onkrir gamlir dreingir uppií. Eg var so í Piparholdinum, og Anton á Klá var formaður. Tað ytra holdið norðan fyri Ánna róptu teir Prukkholdið, tí har brúktu onkrir prukku (stav). Sunnan fyri Ánna var so Runuholdið. Navnið komst av tí, at tað stykkið, ið teir høvdu fingið at gera, var so ringt at arbeiða - tað bleiv tann bera runa. Tað var hugnaligt at arbeiða veg, men amboðini vóru vánalig: spaki, eyhakkari og jarnbrot. Vit arbeiddu yvir á Blindtarmin - oman fyri Funning - men so kom steðgur í. Sum sagt, føldi eg meg rættuliga bundnan. Javnaldrarnir fóru til skips, men eg føldi tað soleiðis, at eg mátti vera heima hjá teimum gomlu, so tey ikki skuldu hava nakra neyð. Hetta fór ikki at bera til í longdini at ganga har við ongari løn - lítið og einki at fortjena - so eg vildi sleppa til skips fyri at fáa nøkur oyru. Sigga doyði í 1952, og so vóru bara Liva og eg eftir í Geil. 

i284289739455597045. szw1280h1280 1i284289739455184379. szw1280h1280 1

"Borgin"                                                                                           "Álaker"                                                                                        

Tað fyrsta skip, sum eg fór við, var "Borgin", og tað man hava verið í 1947 ella 1948. Thorvald Hjelm, úr Vági, var skipari, og vit royndu á Suðurlandinum.  Í 1949 var eg við einum íslendskum skipi, ið æt "Normanner". Kristian á Fløtti var skipari, og hesir gjáarmenn vóru eisini við: Sofus í Fornanum, Dánjal í Gortru og Pætur á Bø. Um várið 1952 fór eg so á Suðurlandið við "Álakeri". Kjartan Mohr, í Havn, var reiðari. Í juni mánað tað árið fóru vit so til Grønlands. Pætur á Bø (Pætur Joensen, f. 1925) var eisini við, og eg minnist, at vit bóru klæðini og stivlar frá Gjógv og yvir á Bakka. Vit fingu upp í skipið og avreiddu til ein dampara, sum lá í Føroyingahavnini. So fóru vit út aftur at fiska og fingu aftur upp í skipið. Vit royndu við snøri - tveir húkar og lodd - og tað var tungt arbeiði. Vit vóru heima aftur føðingardagin hjá mær - annan oktobur. Úrtøkan mundi vera so sum so. Eg fór so norður við "Reynir", og pápi var á brúnni á Oyrarbakka, tá ið eg kom. Hann fortaldi fyri mær, at nú var eingin í Geil, so eg endaði aftur hjá mammu og pápa og kom ikki aftur til Gjáar at búgva. Tað fyrsta árið, ið sild var at fáa norðan fyri Føroyar, var eg við "Suðuroynni", ið Christian Holm, í Havn, átti. Tað var so nógv sild at fáa tá, at tá ið vit høvdu drigið 14 gørn, var dekkið fult. Tað mundi vera í 1953, at eg var í Grønlandi við "Saint Jacques", ið Óla Horn førdi. Eg minnist, at vit manglaðu ein mann, og tá kom Hans á Skipinum við.

i284289739455687464. szw1280h1280 1i284289739431142436. szw1280h1280 1

"City of Norwich"                                                                           "Vørðan"

Onnur skip, sum eg eisini var við bæði undir Íslandi og á sild, vóru "Fame", "City af Norwich" og "Vørðan. Eysturlandstúrin við "City" gloymi eg ikki, tí skipið var fult av rottum - bæði brúnum og svørtum. Jóan Jakku á Fløtunum, úr Lamba, var skipari. Rotturnar vóru allastaðni, ótu hol á beinkirnar, gingu í koyggjunum - vóru undir dýnuni. Tú trýrt tí ikki. Ein dagin tók maskinmeistarin ein tvistklodda upp í hondina í maskinrúminum, og tá livdi kloddin, tí hann var eitt rottureiður, allur sum hann var. Ikki tordi skiparin at leggja gift fyri rotturnar, tí um allar lógu deyðar um tað heila skipið, so kundi alt verða forgiftað. Vit royndu at gera rottufellur, og tað riggaði, men tað gjørdi ongan mun. Tær svørtu rottunar komu ikki í fellurnar - bara tær brúnu. Tað var ein ræðuligur túrur.

i284289739482151682. szw1280h1280 1i284289739457621287. szw1280h1280 1

"Fame"                                                                                              "Saint Jacques"

Við "Fame" var eg undir Íslandi og á sild. Eg var eisini á sild við "Vørðuni", og har var Ingolf Andreasen skipari. Jú, eg havi verið við nógvum skipum, og tað komst av tí, at eg var so bundin av teimum í Geil - ja, eg var álitið við at passa neyt og seyð og alt tað neyðuga, tí tey vóru so gomul og ússalig - so eg kundi ikki fara á Suðurlandið um várið sum aðrir menn, men slapp so bara við onkrum tilvildarligum skipi í mai mánað.

 14212602 10208848435642168 5607620266996361813 n1

Torbjørn var við "Búgvanum" í 14 ár.

Eg arbeiddi nakað heima, men fór so í 1956 at sigla við  "Búgvanum". Wolfang Andreasen, systkinabarnið, var skipari. Við "Búgvanum" var eg í fjúrtan ár - summar og vetur - og tá vóru eisini fleiri gjáarmenn við. Tey síðstu 5 árini var eg meistari. Í 1970 fór eg í land og segði við konuna, at nú var eg móður av sjónum og fór at finna mær okkurt uppi á landi. Tá var arbeiðið við at gera brúgv um Streymin farið í gongd, og eg slapp upp í tað arbeiðið beinan vegin. Pihl&Søn stóð fyri arbeiðinum, sum var bæði tungt og trupult. Eg var við til at hiva bjálkarnar upp, stoypa súlurnar og leggja dekkið í. Teir stóru bjálkarnir vigaðu heili 45 tons. Har var eg so, til brúgvin var liðug 1973. So fekk Pihl&Søn eina bílegging um at fáa fýra menn yvir á Hvalvíksoyruna at sláa pelar niður til brúnna í Hvalvík. Har arbeiddi eg so í eitt ár. Haðani fór eg suður í Landsfjósið - norðan fyri Kollafjørð. Jóhannes í Hvalvík var formaður har, og hann bað meg koma har suður at vera jarnbindara. Verner í Norðskála og eg arbeiddu saman. Hetta var at boyggja og binda jarn saman eftir tekning til øll møgulig endamál. Alt skuldi boyggjast við hond, so tað var strævið. Hetta var í Landsfjósinum, og tað var ikki so frægt sum ein bukkimaskina í landinum, og tað hildu vit vera vánaligt. Tá ið eg hevði verið okkurt um eitt ár í Landsfjósinum, kemur Johannes Berg, bilsølumaðurin, og biður meg koma norð á Betongvirkið at passa blandimaskinuna. Eg játtaði og fór norður, og har var eg so í tvey ár. Hetta var ikki nakað kropsligt arbeiði hjá mær, tí eg arbeiddi í erva við at pumpa sand og skerv upp í maskinuna - hitaði betongið og ymiskt annað, og so blivu elementini stoypt niðri á gólvinum. Tvey tey seinastu árini, ið  "Sundaferjan" sigldi millum Hósvík og Selatrað, var eg við henni. "Sundaferjan" sigldi eisini til Oyrar til brúgvin um Streymin kom í 1973, og hon gavst at sigla í 1976, tá ið Norðskálatunnilin kom. Tá ið "Sundaferjan" gavst, fór eg í alingina hjá Fiskaaling. Ringarnir lógu her millum Oyri og Oyrarbakka, og eg var fóðrari, so eg sigldi ímillum. Eina tíð var eg einsamallur, men so kom onkur avloysari. So funnu teir uppá at gera eitt alibrúk her niðan fyri hjá okkum. Tað kom í brúk, men riggaði yvirhøvur ikki, tí har var nógv for grunt. Teir stríddust við tað eina tíð, men tað var hopleyst, og haraftrat var so grúulig lús - dupult so nógv sum nakra aðrastaðni. Nei, hatta var betur ógjørt. Tað seinasta lønandi arbeiðið, ið eg gjørdi, var at rekja línu fyri útróðrarbátar her á leið.

gordonIMG 4509

Torbjørn og Gordon - Uppi á Hálsi 1989.                                       Torbjørn, Neli og Óli - á Líðarrætt 2005.                                     

Eg havi eisini havt nakað við seyð at gera, tí eg havi røktað ein haga her í 15 ár. Hagin eitur Ytri partur við Norðskála. Skipanin var 160 seyðir, og alt var kenning. Um heystið bleiv allur seyðurin rikin oman um tann niðara vegin og gekk so inn og út hjá eigarunum, sum passaðu sín seyð um veturin. Mær dámdi ógvuliga væl at vera í fjøllunum, men tað var strævið at vera einsamallur røktingarmaður, tí tað var so nógv at hugsa um, men tað skulu teir eiga - eigararnir - at teir vóru allir hampamenn.

mai 2015 20150531 18346041701

Asta og Óli 2014.

 Asta (f.1931), systir Torbjørn, býr á Sandi. Ein dagin ringdi eg til hennara at fregnast um nøkur árstøl, og tann samrøðan gav eisini eyka bonus: Eg var 8 ára gomul, tá eg fór til Gjáar saman við Óluvu og Ingibjørg. Vit stóðu pyntaðar í nýggjum klæðum á gólvinum. Mamma segði, at vit fóru at ferðast, men hon kundi ikki nerta við okkum fyri smittuni. Eg minnist, hvussu ringt tað var at byrja við at fara í song, men skjótt batnaði tað, og alt bleiv so gott. Vit høvdu tað so gott við Gjógv. Tað var eitt valahús, ið eg kom í. Har var handil og telefon og tvær arbeiðsgentur: Ingibjørg í Nýggjustovu og Hanna (úr Vík). Vit kallaðu hana Vík-Hanna. Hon giftist seinni við John Niðri í Geil. Mín besta vinkona var Dea á Rætt. Vit vóru javngamlar. Eg var farin í skúla á Oyri, áðrenn eg fór til Gjáar og fór aftur frá Gjógv sum 16 ára gomul - í 1955. Eg gekk at læra at lesa í Blásastovu - hjá Jørginu, f.1883. Hon lærdi meg nógv - eisini hetta ørindið, ið ikki má fara í gloymskuna:

Gud lad os i din kundskab fremmes.

Det vi lære vi ikke må glemme

vokse med os dag fra dag

til Kristi ånde fulde nåde

der vi finde evig både

 --

Jesus læri meg at lesa og alt gott at gera.

Amen

Kategori: Frásagnir