- 27 oktobur 2021
Pól Hans Jacob Debes (2005)
Í fjør hevði eg her á heimasíðu míni eina samrøðu við Magnhild í Ólastovu, dóttir Fridu, har Magnhild m.a. eisini segði nøkur orð um mammu sína, Fridu. Fyri tíð síðani fekk eg eina bandupptøku frá Magnhild, har beiggi hennara, Pól Hans Jacob, hevur eina samrøðu við mammuna, Fridu, 28.12.1990.
Frida í Ólastovu, Frida Debes, f. Biskopstø (1916-2004) var gift við Tummasi í Heiðriksstovu, Thomas Debes (1914-1988)
Lat meg siga tað beinan vegin: Hetta er ein avbera góð og grípandi frásøgn frá eini sálarliga sterkari kvinnu, sum hevur verið fyri slíkum mótgangi í lívi sínum sum fáur annar. Tað skínur í gjøgnum alla frásøgnina, at tað er Gudsóttin, ið hevur hildið henni og teimum uppi teimum sváru tíðunum. -- Nei, verri enn so alt var betri fyrr. Eingin sosial hjálp, eingin sálarlig hjálp í sorgini. Hjálpin kom frá Gudi og góðum fólki, og hon gjørdi allan munin, um tey eftirsitandi skuldu hava lívsneistan logandi.
Frida í Ólastovu (1998)
Nólsoyar Páll (Poul Poulsen Nolsøe, 1776/1808) var langabbi pápa, oldurabbi mín og tippabbi tín. Tú hevur tað sama navnið, tað er Pól. Jóhannes Tann Vísi sigldi við Nólsoyar Pálli. Ta fyrstu klokkuna við Gjógv gjørdi Jóhannes Tann Vísi. Hann var ein vetur í Norra. Eg veit ikki, um hann hevur lært tað har, men hann gjørdi so klokku.
Langomma tín, Lisa Malena, hevði verið gift við Dánjali úr Ólastovu, men hann gekk burtur -- . Tey áttu trý børn: Lena, sum giftist við Korneliusi í Gortru, Anna Sofía, sum giftisti við Poul Jóhannesi á Bø og Rasmus, sum gekk burtur við “Samløguni” í 1884.
Omma og abbi áttu fingu eisini trý børn: Jacob Pauli í Ólastovu, sum giftist við Hansinu, úr Horni, Apolonia giftist við Fríðriki, úr Geil, og Daniella giftist við Sámal Jákupi, av Stykkinum.
Abbi tín, Jacob Pauli Biskopstø, læt hesi húsini byggja á ta gomlu grundina í 1907. Mamma hansara Lisa Malena Debes, var slektað úr Stovuni, og pápi hansara var slektaður úr Klaksvík og æt Poul Nolsøe Jacobsen Biskopstø. Poul Nolsøe æt hann eftir Nólsoyar- Pálli, sum var abbi hansara. Poul Klein handlaði Niðri á Bakka, og hann var giftur við systkinabarni Pól á Biskopstø, sum æt Apolonia og var ættað úr Oyndarfirði. Soleiðis kom Pól á Biskopstø til Gjáar at vera í handlinum hjá Poul Klein, og hann giftist so við Lisu.
Mamma og pápi fingu eisini trý børn: Hans Jacob, sum doyði við “Acorn” í 1928, 17 ára gamal, Poul Meinard, sum datt oman í Gjónni og doyði í 1924, 12 ára gamal og so meg, Frida, sum eri fødd fríggjadag og uppkallað eftir degnum. Soleiðis gjørdu tey tá.
Frá vinstru: Pól Meinhard , f. 1912, Hansina , f. 1884, Frida , f. 1916 og Hans Jacob, f.1910
Tað var tann 4. juli 1925, at Pól beiggi sum 12 ára gamal datt í Gjónna og doyði. Hann var farin eftir hvonnum í Stórutorvu og datt oman. Tað var ein dapur dagur.
Vit áttu ein kálv, og tá ið Pól kom úr skúla tann dagin, sigur hann við mammu, at í dag má kálvurin fara út, ella fer hann ikki út. Tey fóru so at flætta tjóðrið burtur úr snøri, og so leiddu vit kálvin heim í Bíggjarlagið, har hann skuldi ganga í tjóðri. Vit skúmaðu mjólkina heimi hjá Dreu í Fornanum. Hon átti eina sentrifugu, og so flekk hon róman áttanda hvønn dag afturfyri at skúma. Vit goymdu róman og gjørdu hann til smør.
Meðan eg var har, kemur Anna í Bíggjarlagnum og biður meg koma at hjálpa sær at reka kúnna hjá sær yvir um brúnna. Eg hjálpti henni so, og vit róku kúnna oman á Bakka – har ið smoltstøðin nú er.
Tá ið eg kom niðan aftur í túnið, var tað longu hent. Pól Meinard og ein annar drongur, sum æt Henry, vóru farnir eftir hvonnum í Stóritorvu í Gjónni, og Pól var farin niður. Tað var púra vanligt tá, at smádreingir fóru í Stórutorvu.
Elspa í Stólpa stóð í túninum hjá okkum, tá ið eg kom niðan. Hon tók tvørtur um meg og hevði meg hjá sær og segði, sum var, at Pól beiggi var dottin í Gjónna. Tú kanst ætla, at hetta var ein ringur dagur. Pápi og Hans Jacob beiggi vóru undir Íslandi, og teir fingu einki at vita, fyrr enn teir komu heim aftur. Ólukkan hendi 3. juli 1925, og teir komu á Havnina beint fyri ólavsøku, tástani fingu teir boðini, so tað var ein ring móttøka hjá teimum at fáa.
Vit áttu ein hvanngarð heiman fyri húsini, sum teir báðir beiggjarnir, Hans Jacob og Pól Meinard, høvdu gjørt. Har vóru nógvar hvannir, og tað vaks ein hvannjól mitt í garðinum, og Hans Jacob hevði droymt, at hvannjólin var følnaður, og at eg stóð og græt uppi yvir honum. Hetta fortaldi hann, tá ið hann kom aftur, og honum dámdi einki dreymin, ið hann hevði droymt.
“Acorn”
Hans Jacob beiggi og pápi vóru undir Íslandi við “Acorn”, og eg minnist eisini so væl tann dagin, 20. mars 1928, tá ið eldur kom í “Acorn”. Eg gekk tá í elsta klassa í skúlanum, og hetta var ein fríggjadag, og tann tíman høvdu vit sang fyri. Onkur kom so á hurðina og bað læraran koma út. Vit sótu líka still, um lærarin fór útum, men eg veit ikki, okkum dámdi hetta einki. Hann var eina løtu burtur, men so kom hann inn, legði orglið aftur og bað okkum fara til hús. Vit sóu, at tað var ringt lag á honum.
So fór eg niðan, og mamma var í kjallaranum og vaskaði skinn. “Áh Jesus, góða! Ert tú longu úr skúlanum í dag,” spurdi hon. Eg fortaldi henni so, at lærarin hevði fingið telefonboð, og at tað var ikki gott lag á honum, tá ið hann kom aftur, og hann bað okkum fara til hús.”
Meðan vit standa har í kjallaranum, hoyra vit fólk koma inn í erva, og tá var tað Sofus (Debes), ið kom við boðunum. Hann sigur nakað soleiðis: “Eg havi eingi góð boð at bera tykkum í dag. Eldur er komin í “Acorn”, og Hans Jacob er deyður.” “So man Jákup Pauli (pápi) ikki hava tað gott heldur,” sigur mamma. “Helst tað,” svarar Sofus.
Sofus vildi ikki siga, hvussu illa tað stóð til hjá pápa, sjálvt um hann visti, at hann var so illa brendur, at tað stóð um lív. Teir sendu so eitt telegramm yvir at spyrja eftir pápa, og Fibiger Jensen, prestur á Nesi, kom norður til Gjáar, og hann segði við mammu: “Det står ilde til med Deres mand. “
Frida, Pól Hans Jacob og Jákup Pauli
Eg visti, hvussu illa tað stóð til við pápa, tí eg hevði fingið tað at vita, men eg vildi ikki siga tað fyri mammu. Pápi var settur burtur sum deyður, men ein sjúkrapleyirska hevði følt, at tað var lív í honum. Tey settu so eitt rør inn í munnin á honum, so hann fekk sogið okkurt niður í seg. Hetta var hart hjá okkum, men Várharra var góður, og hann hevur hjálpt okkum.
Tað kom eldur í “Acorn” av karbiddunkum, og 6 mans doyðu. Pápi tók ein karbiddunk og skuldi kasta hann fyri borð, men dunkurin sprongdist, og pápi fekk so stóran skaða, at hann var heilt ókenniligur. Hann kendist bara á málinum. Skaðin hendi 20. mars 1928.
Frida á minningarhaldi á Svangaskarði fyri"Acorn"
Pápi lá fyrst á sjúkrahúsi í Reykjvík, men í august mánaði kom hann á hospitalið í Havn og lá har til jóla. Tástani sluppu vit at síggja hann.
Seinni, í 1929, fór hann so niður til Danmarkar og fekk góða viðgerð. Alt var brent undir eygunum, nøsin var brend, og tað bleiv tikið burtur úr arminum fyri at bøta um nøsina, og tað var lítið eftir av oyrunum eisini. Vinstra hond var heilt illa farin. Fingrarnir vóru fastir, so hann fekk ikki liðað teir. Hann hevði tað ringt – bæði so og so. Tað er vist.
Tá ið hann kom aftur úr Danmark, royndi hann at gera okkurt smávegis so við og við. Hann gjørdi rammur, smá borð og royndi at karða. Seinni fór hann at spinna, og tað gekk framá alla tíðina. Hann spardi seg ikki. Hann skar torv, velti og róði út eisini. Hann var 47 ár, tá ið hann fekk skaðan, men kropssterkur var hann, og tað hevur hjálpt honum nógv.
Frida gloppar vindeygað til eitt prát
Tað er tætt í millum húsini í Stólpa og okkara hús. Úthurðin vendi omaneftir, so mann kundi leypa av trappuni hjá okkum og inn í Stólpa. Eg haldi, at tað var í 1932, at Jóhan bygdi Stólpahúsini um.Tey í Stólpa vóru øll so góð við meg. Alt bleiv seymað heima, so tey goymdu altíð dukkulappar til mín. Eg eigi ein dukkukjóla enn, sum Josefina (f. 1905) klipti til mín, tá ið eg var lítil. Betta, Elspa, Josefina, Jóhan og Klæmint Juul vóru systkin.
Eg var 12 ára gomul, tá ið kirkjan kom her í 1929. Tað hevur verið ein lætti at sleppa frá at fara til Funnings í kirkju. Tað skulu funningsfólk eiga, at tey vóru so stak góð at koma til. Fysrtu ferð, eg var í Funningi, var í 1925 við pápa, ið skuldi til altars.
Messuboð komu dagin fyri, at nú kom prestur í morgin, og so fóru tey at gera seg til at fara til Funnings. Vit hildu til í húsunum hjá Óla hjá Dánjali. Har skiftu vit skógvar og fingu ein bita. Pápi sat altíð í næstinnasta stóli mannfólkamegin, og tá ið vit komu úr aftur kirkjuni, fingu vit sagovelling við kaneli og sukuri niðrií.
Eg minnist eisini, tá ið omma og gubbi í Horni fóru til altars í Funningi. Tað hevur verið í 1925, sama árið, sum Pól beiggi datt í Gjónna. Tí minnist eg tað so væl.
Vit kallaðu Gøtu-Jógvan fyri gubba, tí hann giftist uppaftur við ommu. Abbi doyði við “Samløgubátinum” í 1884. Tá ið tey fóru til altars, so bóru tey altarsklæðini í eini eskju. Tey høvdu eini klæðir, sum tey bara brúktu, tá ið tey fóru til altars.
Funnings kirkja
Eg konfirmeraðist í Funningi í 1930, og vit vóru um 50 konfirmantar. Eg búði hjá ommusystur míni, og har búði eisini ein drongur, sum æt Sigurd, sum var ættaður av Trøðni í Fuglafirði. Tað vóru so nógvir konfirmantar, at tað búðu fleiri í hvørjum húsi.
Vit fóru ikki at lesa fyrr enn mikudag, sum vit konfirmeraðust sunnudag. Hans Jacob í Horni, beiggi Lenu, kom við mær. Lena konfirmeraðist eisini tá, og Hans Jacob bar kuffertini hjá okkum. Pápi orkaði ikki at koma við mær, av tí stóra skaðanum hann hevði fingið av eldinum umborð á “Acorn” í 1928.
Vit høvdu tað grúuliga gott í Funningi. Vit spældu úti um kvøldarnar, dansaðu á brúnni, slerdu bak og so fóru vit niðan í handilin hjá Jóhan á Brúnni at keypa okkum dadlur. Fyri eitt 25 oyra fingu vit upp í eitt stórt kramarhús av dadlum.
-----
Eg var bara 15 ár, tá ið mamma doyði í 1942, bara 47 ára gomul. Tað var eisini ógvuliga ringt. Hon var so sjúklig. Hon var so grúuliga ring av kikhosta sum barn, og lunguni vóru so upphostað, at hon orkaði illa at ganga og bleiv altíð so skjótt móð. Hon fór í song sjúk 2. jóladag, og hon doyði 26. mars í 1932, og so blivu pápi og eg einsamøll.
Tá ið eg var genta, fóru summar gentur burtur at arbeiða. Summar fóru til Klaksvíkar at arbeiða fisk, og summar fóru til Vágs, og eg segði við pápa, at eg vildi sleppa burtur eisini, men tað bar so ikki til.
Eg mátti vera heima og arbeiða. Eg hevði so góðan hug at seyma, og eg ætlaði mær at fara at læra, men tað bar ikki til. Pápi var hjálparleysur, so onkur mátti vera heima. Mamma hevði lært at seyma í Havn. Hon hevði arbeitt í fiski, so hon keypti sær seymimaskinu, kommodu, strúkijarn og eina Kingosálmabók í Havn. Ta Kingobókina legði pápi í kistuna hjá mammu, tá ið hon fór til gravar. Mamma seymaði øll klæðini til mín og beiggjarnar. Eg havi so roynt at seyma við maskinuni, og hon er líka góð enn.
-----
Tummas í Ólastovu/Heiðriksstovu
Eg havi verið góð við pápa tín, síðani vit gingu í skúla – ja, frá barni av. Vit búðu so nær saman, og hann var ein ordiligur sjeikur. Vit fóru so at ganga saman og giftust í 1937, og fingu 5 børn: Pól Hans Jacob, Magnhild, Halljónu, Fríðgerð og Pætur.
Eg ynskti, at tað fyrsta barnið, ið eg gekk við, skuldi vera ein drongur, ið skuldi eita eftir beiggjunum hjá mær, og eg minnist, hvussu glað eg var, tá ið tú vart føddur og fekst navnið Pól Hans Jacob. Eg var sjálvandi glað, tá ið øll vóru fødd. Tað fyrsta, mann spyr um, er, um tey eru væl skapt, og mann er so glaður, tá ið tey eru komin.
Frá høgru: Pól Hans Jacob, Magnhild, Halljóna, Fríðgerð og Pætur (2008)
Eg var 19 ára gomul fyrstu ferð, eg var í Havn. Eg visti, at tað vóru fleiri, sum skuldu til Havnar á ólavsøku. Eg sigi so við pápa, at eg ætlaði mær at fara á ólavsøku, tí eg hevði ongantíð verið í Havn.
“Íðan! So mást tú biðja tær eina neytarkonu fyrst - onkran at fara til neytar fyri teg.” Eg bað so Ellu, systkinabarn mítt, jú, hon skuldi ganga fyri meg, teir dagarnar, eg átti. Tað vóru fýra kýr, so eg átti bara fjórða hvønn dag.
Eg visti ikki, hvar ið eg skuldi búgva, men Ebba Joensen, f. 1915, hevði verið í Havn og tænt hjá Niels í Heiðunum, og kona hansara æt Mia. Ebba spurdi so Miu, og tað var einki ting í vegin, eg skuildi sleppa at búgva har.
Góðalag á mær at sleppa til Havnar. Eg riggaði meg so til at fara á ólavsøku, og vit fóru við “Smirli”, sum sigldi til Havnar. Stóri Petur førdi okkum umborð við “Líltla Hvíta”, og tað var nógv fólk við “Smirli” tann dagin. Eg var ring av sjóverki, men vit komu so til Havnar, og so Ebba og eg í land, hvør við sínum kufferti.