Gubbi (Hans Edvard) á 80 ára degi sínum

Tað var altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið Heimi í Horni við einum bandupptakara. Gubbi var altíð til dystin fús: ”Nú! Hvat vilt tú fáa at vita í dag?” Gubbakona klár við kaffinum, og so fór Gubbi í gongd:

"Tað er eitt spæl at ganga á fjall, síðani teir fóru at fóðra seyðin um várarnar. Vargurin er horvin. Tað var eitt sindur ójavnt fyrr. Kenningargongan Fyri Oman Rætt var góð at reka, og restin var eisini á góðari leið. Heimi í Dal var einki at reypa av. Har var vargur uppií  við hvørt. Á Fløtum var spakt, men Seinna gonga – Hjallarnir og Skúvadalur – har var ofta hundur. Í Sáttarenni var styggur seyður, áðrenn kenningin kom í 1950unum. Kenningin hjálpti væl. Og so var tað Líðin. Man tað ikki altíð hava verið meir ella minni vargur í Líðini? 

Sjúrður í Hoygarðinum, f. 1913, plagdi at fortelja, at í 1937, tá ið hann var á skurðfjalli í Líðini, vóru eini 25 veðurlomb úti, tá ið teir vóru komnir í rætt. So at taka uttanrætta, og tá fingu teir fleiri og komu pøstir aftur at húsum. Tað var ikki óvanligt longu tá. Tað árið – í 1937 – blivu 60 tikin í Líðini, 45 í Sáttarenni og 55 á Fløtum. Seyðurin var ikki stórur men almindiliga feitur – einar 6 merkur upp á seyðin.

Eg var við til at taka Líðina niður í 1964 – at taka allan samlan seyðin av – tí alt var tann beri vargur, hevði tú bara vitað. --  Hevur tú sett bandið frá?

 

Líðin

 

Líðin                                                                                                       

Ikki tær at siga, so er Líðin brøtt, so tú mást sum nummar eitt ansa eftir tær sjálvum og ikki taka nøkur óráð fyri. Her hugsi eg serliga um tað, at tað ber ikki til at renna eftir seyði – serliga oman fyri Sniðini og í Hjøllunum. Loypur seyður á, so gerst lítið og einki annað, enn at lata hann fara. Hetta – at seyður sleppur – elvir til varg, tí hann loypur á í sama stað ár um ár. Tað var júst hetta, sum hendi við Líðini, og tað bara versnaði í 1950unum og fyrst í 1960unum.

Fyrst í 1950unum funnu teir so uppá at gera eina nýggja rætt í Teistaurðini – eitt sindur innan fyri Múlan (Funningsmúla) – tí so sluppu teir frá tí langa bakkarakstrinum til ta gomlu rættina, sum var heimi við Skarðsskriðuánna, við markið til Funningslíð. Bakkaraksturin var bedrøviligur, so tað var lítið og einki eftir, tá ið vit komu í rætt.

 

Rættin í Teistaurðini

 

  Líðarrætt

Tað gekst væl at reka í rættina í Teistaurðina at byrja við, men vargur letur seg ikki lumpa meir enn eina ferð, so, sum frá leið, var sama skilið aftur. Lítið og einki fekst í rætt, og tað mesta mátti takast uttanrætta. Tað næsta stigið var so at hava tvær fjallskipanir – einar 30 mans – men, ver ikki býttur, tað nyttaði einki. Vargurin leyp á álíkavæl, og hann var so óreinur, at hann legði seg róliga at eta, tá ið hann var sloppin. - Tað var eitt sindur ringt at koma til rættina, og eg minnist einaferð, vit róku í ta rættina, at tá letur í einum fjallmanni: ”Tann, sum torir á rættina í Teistaurðini, kann ganga allastaðni í Líðini.” – Nóg so nógv avgjørt.

Tá var nógv fólk í bygdini, so tað stóð ikki á at fáa fjallfólk til tvær fjallskipanir at byrja við, sjálvt um fjalldagurin í Líðini var tiltikin strævin, og tú visti ongantíð, hvussu dagurin endaði, tí til at taka uttanrætta vóru gjarna bara ein ella tveir saman. Tað var alt ein stórur hurlivasi. So kom tað hartil, at fólk ikki vildu lata fjallmann, og so høvdu aðrir mestum hug at streika, tá ið tað manglaði fólk frá onkrum eigara. Skilligt - hetta bar bara ikki til.

Tað var einki at siga til, og so við og við kyknaði tosið um at taka allan seyðin av og sleppa nýggja rasu í Líðina. Fundir blivu hildnir, og menn vóru ikki heilt samdir um, hvat frægast var at gera, men so í 1964 bleiv avgjørt at taka allan seyðin í Líðini av. Tá ið alt kemur til alt, var hetta tað einasta rætta.

Eg minnist væl tann fyrsta dagin, vit fóru at taka niður. Tað vóru tvær fjallskipanir, og hvør maður, sum átti hund, hevði hund. Tey á Rætt høvdu hund, Nýggjustova hevði hund, Jákup í Stólpa hevði hund, og eg hevði Søk, men hundarnir við Gjógv hava nyttað lítið í rakstri – næstan verri enn einki.

Eg kom at vera í millum Jógvan Sofus og Jógvan Hansen, bátasmiðin úr Fugloy, ið var versonur Sigurd í Hoygarðinum, f. 1911. Vit komu fram á eina øgiliga pesju við lambi í Ritudali, og hon bleiv við at leypa á bátasmiðin. ”Ikki havi eg sæð sovorðið,” læt í Jógvani. Hon rakst bara ikki oman, men líkamikið, vit bastu henni har uppi við lambinum og bundu bæði niður.

So róku vit tað sindrið av seyði í rætt, sum vit fingu, men ærin og lambið kundu ikki liggja ov leingi bundin í Ritudali, so farast mátti eftir teimum. Erling og Jógvan Sofus vóru tveir, ið fóru,. Erling, f. 1935, gekk skjótt niðan, tók lambið og á Skarðið (Skúvadalsskarð) við tí. Tá ið Jógvan Sofus kemur niðan, liggur ærin har, og hann so at royna at leiða hana, men tað gekk meir omaneftir enn niðaneftir. Hann mátti so binda hana niður aftur og so bera hana á Skarðið. Tað má eg siga, tað hevur verið ein byrða.

Erling var giftur tað várið, og tá ið vit seinni um dagin komu saman eysturi undir Rók, meðan vit tóku uttanrætta, letur í Jógvan Sofusi: ”Erling! Bjóðar tú mær ikki inn í kvøld, so kanst tú ið hvussu er koma at føla, hvussu djúpt beinið á ærini er farið inn í høvdið á mær!” – Tann látur!

Líðarlopið (tann, ið ikki kláraði at leypa um Líðarlopið niðaneftir, var ikki fjallførur í Líðini)

Bátur lá klárur út fyri Líðini at føra tað oman til Gjáar, ið hendur fekst á. Hvør kleyv bleiv leidd út úr rættini og bundin og so leidd ella dragsa oman til bátin, ið lá uttan fyri Líðarlopið, og hvør kleyv bleiv so seld. Á veg til hús bleiv so aftur tikið uttanrætta. So var tann dagurin liðugur.

Eg haldi, at vit mundu vera einar tríggjar fjalldagar, og tann seinasta fjalldagin fingu vit 17. Tað bar ikki til at blíva við at biðja fjallfólk, nú var stopp, og so bleiv fundur í Dansistovuni. Har bleiv avgjørt, at restin skuldi gevast upp fyri skutil. Tað vil siga, at tann, ið fekk onkran varg, átti hann.

So vóru vit nakrir, sum tóku okkum saman at fara í felag, og tað vóru Jógvan Sofus, f. 1913, Jógvan á Fløtti, f. 1930, Jákup í Stólpa, f. 1929, Kristian í Lon, f. 1926, Sigurd í Bíggjarlagnum, f. 1933 og eg, Hans Edvard í Horni, f. 1929. Jógvan á Fløtti var forsprákarin. Hetta var akkurát nakað fyri hann.  Ein góðan dag fóru vit so avstað, og Jákup í Stólpa og eg komu fram á eina ær við lambi í Kinnini. Hon fór við ferð undan okkum heim undir Skarðið (Skúvadalsskarð), so upp um Skarðið og við somu ferð í gjøgnum Teigarnar og Ovara Tjørnudal (undir Middagsfjalli), og vit sluppu ikki fyri hana fyrr enn heimi í Grønadali. Tá fingu vit beint hana omaneftir ímóti Grønndassaleiti (Grønadalsleiti) og so beint á Ánna (Stórá), og vit bastu teimum báðum í ánni. So leiddu vit tey til hús og so beint avstað aftur – sama dagin.

 

Jógvan á Fløtti

 

Sigurd í Bíggjarlagnum

Tá ið vit komu eystur á Foss, sóu vit mann við hundi stríðast við eina ær uppi í Rók (heimanvert á Tyrli). Tá var tað Sigurd í Bíggjarlagnum við Rúnu. So beitti hann Rúnu eftir ærini, so ærin kom við fullari ferð omaneftir. Hon bóltaði rút fleiri ferðir og kom beint oman ímóti okkum, so vit tóku hana lættliga. Hon hevði ongan skaða fingið. Vit fóru so til hús við ærini, og so var tann dagurin farin.

Jógvan á Fløtti og Kristian í Lon høvdu fingið tríggjar seyðir á Fuglhelluni, og teir høvdu havt eitt ordans baks at leiða seyðin allan vegin upp um Skarðið (Skúvadalsskarð). Teir vóru næstan fyrilagstir.

Jógvan Sofus - heiman fyri Stapa í Líðini

  

Fv: Kristian í Gamla Pakkhúsi og Jákup í Stólpa - á Múlarustini í Líðini

Sigurd og Jógvan Sofus høvdu fingið tveir seyðir úti á Múla (Funningsmúla).  Líkamikið. Tann fyrsta dagin fingu vit 12 seyðir. Tveir av teimum seyðunum, sum vit fingu, lógu í Kinnini, men teir blivu ikki býttir, tí teir vóru av Fløtum. Flatnamenn kallaðu ta ærina Strúkarin, men hon misti eisini høvdið. Tann næsta dagin, ið vit vóru, fingu vit bara tveir seyðir.

Tann triðja og seinasta dagin sóu vit ikki ein tann einasta seyð í Líðini. Eg minnist, at Ferjá (Jógvan Sofus) og eg fylgdust út eftir rásini oman fyri Stapa. Tað hevði regnað dagin fyri, so rásin var bleyt. So sigi eg við Ferjá: ”Eg haldi, at eg síggi eina kleyv her á gøtuni.” Tá letur í Ferjá: ”So, Robinson sær mannaspor!” – So tómt var í Líðini, at tað var ikki ein kleyv at síggja.

 

Kristian í Lon

 

Gubbi - og tann avbera góða geldærin

Vit fingu tilsamans 12 seyðir at býta í millum okkum, og tað blivu sostatt tveir seyðir í part. Fyrst flettu vit alt upp og hongdu krovini í kjallaran hjá Jógvani á Fløtti. Tað var grúuliga góður seyður. Eg fletti ær og gimburlamb av Múlanum (Funningsmúla). Tað vóru 15 merkur í lambinum og 14 í ærini. Vit býttu tað kortini soleiðis, at vit fingu heil krov. Hetta hevur verið onkuntíð í septembur mánað, tí tað mátti farast tíðliga á fjall og so at taka uttanrætta, tí nýggjur seyður skuldi fáast aðrastaðni frá at sleppa aftur í Líðina. Tað má eisini hava verið nakað lýtt tað heystið, tí tað kom maðkur í.

Tann nýggi seyðurin kom ymsastaðni frá. Stóribátur hjá okkum, Rivið, var spildurnýggjur, hann kom í 1962. Vit fóru so við honum eystur til Mikladals eftir seyði. Fyrst hagreiddu mikladalsmenn sín egna seyð, og so fingu vit sleppingarlomb frá teimum – doylig lomb. Tað kom eingin ærseyður úr Mikladali. Eg var tveir túrar í Mikladali, og eg minnist so væl tann seinna túrin, vit komu vestur aftur. Lombini skuldu málast, áðrenn vit sleptu teimum. Tað var fínasta veður, men tað bleiv eitt sindur kjøkrut, tá ið vit skuldu runda Múlan (Funningsmúla). Málibiksin stóð frammi á rongini, og Olrik á Rætt, f. 1917, málaði. Forbiðið fær báturin knappliga eitt sift, so málibiksin loypur uppfrá og hvølvist niður í skutin.

Tað bleiv ein grúuligur hurlivasi. Lombini blivu meir og minni hálvmálað, so tey ræddust hvørt annað. Olrik tók máling upp í lógvan og turkaði hana upp í ullina. Hevði tú bara vitað dett skil. Vit løgdu so stilt innan fyri Múlagjógv fyri at hjálpa upp á støðuna, men tað var ikki bara bara, tað kann eg siga tær. Har fleyt alt í máling. Vit sleptu lombunum upp ymsastaðni, á Múlanum, á Fuglhelluni og við rættina. Hevði tú sæð, hvussu lombini sóu út, men tað lagaði seg. Eg var tveir túrar eysturi í Mikladali, og aðrir bátar førdu eisini. Ferjá var ein, men tá hevði hann ikki fingið ”Norðhavið”.

Tað kom eisini seyður aðrastaðni frá, t.d. úr Hvalvík og úr Kollafirði. Merkiliga nógv av hesum fremmandu lombunum heftust væl, men verri var við ærseyðinum. Tað riggaði stak illa. Hann fór til stroks og bleiv vargur. Eg minnist eina hornuta ær úr Kollafirði, hon mundi vera hálv grønlendsk. Hon gekk og mól her Uppi í Bø. Vit fóru nakrir eftir henni, men hon setti kós frá Heyggjarhúsunum og mitt á Svínsto (Svínstíg) í Stórá. Haðani við ferð út eftir vegnum, og eg minnist, at Kristian á Rætt læt vindeygað upp og spurdi, hvat hatta var fyri nakað. «Hatta er eitt frat ørt út Kollafirði, « svaraði eg. «Ja, hatta er frat ørt,» tók hann uppaftur.

Eingir veðragjólingar blivu sleptir í Líðina tað árið, men tað hildu ikki allir vera so snilt. Summir hildu, at seyðurin hevði samlað seg betur, um veðragjólingar vóru uppií. Eg veit ikki.

Men eitt veit eg. Tað var ein røtt avgerð at taka seyðin av. Nú er spakt í Líðini, men teir mugu ansa væl eftir og taka hvønn seyð, sum sleppur, annars verður alt "om igen".

Kategori: Frásagnir