- 21 januar 2012
Mangur gestur vitjar Gjógv millum ár og dag, og tað man vera so ymiskt, hvat hvør einstakur fær burtur úr túrinum. Millum tey mongu vitjandi í fjør var belgiumaðurin Philippe Verelst, ið er heilt burtur í jarnbreytum og jarnbreytasøgu.
Philippe er blaðstjóri á einum lítlum belgiskum tíðarriti, ið mest er ætlað jarnbreytaáhugaðum. Heimafturkomin av Gjáartúrinum stóð hetta fitta pettið at lesa í tíðarriti hansara (á flamskum):
Ein jarnbreyt í Føroyum ??
Onkustaðni millum Skotland og Ísland á 62 stigum norður eru Føroyar, eitt undarligt, serstakt og alfagurt land, við einum íbúgvatali upp á 48000 sálir, ið á ávísan hátt hoyrir upp í Danmark, men tað ber væl til at siga, at tað er vorðið ein nærum sjálvstøðugur statur, við egnum tungumáli, egnum frímerkjum, egnum peningaseðlum, egnum nummarplátum, o.s.fr. Eisini er tað vist, at ongatíð í gjøgnum tíðirnar hava tok ella sporvognar koyrt har.
Stór var tískil okkara frøi, tá ið vit 08.07.2008 av tilvild, í tí fittu lítlu bygdini Gjógv, rendu okkum í eitt okkurt um 60 metra langt smalspor við einum tilhoyrandi 2ásaðum vogni, trektur av einum veiri. Í veruleikanum er her talan um part av einum slipway, ið verður nýtt til at draga smáar bátar og útgerð av tromini á einum bergi og niður á botnin á eini gjógv og øvugt. Eitt kaðalspor við øðrum orðum. Hóast talan er um eina lítillatna installatión, vóru vit hjartansfegin: vit vóru ikki farin hesa longu og ævintýrligu ferðina til einkis!
Trýst her fyri at síggja ta belgisku greinina.