Uppmøtingin til veitsluna var góð - einir 150-160 væl upplagdir gestir. Fyrireikararnir høvdu gjørt eitt gott forarbeiði, so alt riggaði av tí besta, so tað er alt, ið talar fyri, at teir eiga at halda fram.
P4170216
Hermingin og skemtið annars fingu láturin at runga, og sjálvt um prikini vóru mong (og beinrakin), so vóru tey so væl og siðiliga framborin, at fóru tey inn um húðina hjá onkrum, so er húðin í tynra lagi. Sangurin var góður - og ikki um tala maturin - ein gestur tók soleiðis til: "Eg gevi Gjáargarði 13 á próvtalsstiganum!" Borðhaldið endaði, tá ið klokkan aftur raggaði sær ímóti teimum smærru tølunum, og "tað blánaði í eystri", tá ið tann enski og tann føroyski dansurin dovnaðu burtur.

SDC19119

Bygdarmaður okkara - Heðin (hjá Leivi undir Heygnum) bar fram fjálgandi, stuttligar og áhugaverdar hugleiðingar, og tær koma her í heilum líki:

<- Veitslurøða 17. apríl 2010 ->


Tøkk fái fyrireikararnir fyri hetta høvið at hitta kenningar og "bygdaravleggarar".

Fleiri myndir : myndasavn - 2010  - Bygdarveitslan 17_04_10

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna