Á bygdarveitsluni 14.04.18 helt Jórun Høgnesen hesa taluna:

Lýð á ljóðið, lýð á ljóðið, Føroya fólk so blíð, potið burt úr oyra, so tit kunnu hoyra, hvussu til gekk í tí fornu tíð.

Hetta er byrjanin til yrking eftir Kvívíks Jógvan, sum var føddur í 1843. og sum er um støðuna í Føroyum í Gablatíðini og við monopol handlinum. Kvívíks Jógvan yrkir um vandafullar handilsferðir, um troyggur og hosir, sum vóru vrakaðar. Um garpin reysta, sum biður fólkið vakna upp úr dúri, har tey hava sovið fast, og hann sigur, at umsíðir trælabandið brast. Tingið bleiv sum kunnugt endurreist í 1852 og fríhandilin kom í 1856 og harvið byrjar eitt nýtt tíðarskeið í Føroyum. Og Kvívíks Jógvan endar við at siga: Er nú ikki, er nú ikki, her umskipað nógv. Beint á veg var funnið, Føroyar hava vunnið. Vinning stóran, vinning stóran bæði á land og sjógv.

Barnaminni

Eg eri ikki uppvaksin við Gjógv, men eg eri sera glað fyri, at kalla meg hálvt gjáarfólk, tí mamma mín Jóhanna Fredrikka, var ættað úr Blásastovu. Ommu við Gjógv, Jørginu, kendi eg ongantíð, tí hon doyði bert 58 ára gomul í 1941. Abba við Gjógv, Jóhan í Blásastovu, eigi eg nøkur góð barnaminnir um. Hann andaðist í 1963, 84 ára gamal.

Tað var altíð so gott, hugnaligt og stuttligt at koma norður til Gjáar at ferðast um summarið. Í trýssunum var ikki vanligt at ferðast so nógv uttanlands, men leiðin gekk út um bygdirnar í Føroyum. Eg helt, at vit vóru so heppin, at bæði foreldrini ikki vóru slektaði úr Klaksvík, tí so høvdu vit neyvan ferðast nakað serligt, soleiðis var tað bara, men ein túr til Gjáar fóru vit hvørt summar. Ofta gjørdu mostur og mamma ferðalag, og tá var fult í Blásastovu, og væl bar til uttan sentralhita og uttan elektrisitet og uttan WC. Um summarið var leingi ljóst og eftir skýming var petroliumslampan tendrað og kolkomfýrurin var heitur, so tað var so fjálgt og gott.

Vit spældu úti allan dagin. Øll bygdin var spælipláss okkara, men í Gjónna, og út á Nasa og Gulaklett ella á Seiðaberg máttu vit ikki fara uttan við vaksnum, og tað aktaðu vit sum smábørn. Var tað so onkur, sum kortini smoygdi sær oman í Gjónna, so var altíð onkur maður ella kona, ið bað børnini koma niðan aftur. Ì tí førinum var øll bygdin barnagenta. Hóast tað vóru vit ofta niðri í fjøru og fangaðu trøllasíl, eitt orð, sum eg bara kenni frá Gjógv. Og eitt tað stuttligasta var at spæla við leikur, sum vit kallaðu koppa og tallerkabrotini, sum vit funnu millum malagrótið í fjøruni. Eg kendi meg so hepna, um eg fann eitt leikapettið við onkrum mynstri á. So spældu vit Anna og fleiri fólk í húsi og gjørdu okkum hømiligudukkur, hentaðu sóljur og summardáar, sum vit bundu til vøkur blómutyssi ella drógu uppá tráð til hálsbond og armbond.

Vit lakkaðu paradís við passaligum lakksteinum, sum vit funnu niðast í ánni. Teir vóru myrkir og vakrir, men tá abbi smurdi okkurt feitt uppá teir, gjørdust teir svartir og ordiliga blankir, og tá vóru teir dýrgripir, sum vit høvdu við okkum inn aftur til klaksvíkar at vísa gentunum har.

Meira enn einaferð havi eg bjargað hønunum hjá Lovisu undan tí óreina hananum, tí hann var so herviligur at leypa uppá tær. Tá eg segði frá mínum bragdi, so flentu mamma og mostir bara.

Áin var akkurát líka spennandi tá, sum nú. Har fangaðu vit síl, og silgdu við flakum og tunnubátum á Lítla Fløtti. Nógvir vóru karmanir, og nógv stríð munnu mammur og ommur hava havt fyri at turka øll klæðini aftur, men ongantíð minnist eg, at tey vaksnu vóru ill við okkum fyri tað. Onkur hevði funnið uppá at rópa KÓPUR eftir honum ella henni, sum datt og fór undir, og so var man kópur fyri dagin, og tað var ikki so gott. Eingin tímdi ordiliga at verða kópur, so tað var helst ein góð og snild fyribyrging . Enn spæla øll børn, sum koma til Gjáar á Lítla Fløtti, og einaferð systirdóttirin sum smágenta hevði verið á fyrsta sinni í Tivoli í Keypmannahavn, og mamman spurdi hana, um tað var stuttligt, svaraði hon jú, men Lítli Fløttur var nógv stuttligari.

Við Gjógv keddu børnini seg ikki og vit spældu so langt, sum hugflogið rakk, og dagurin endaði ofta við, at vit fóru at reka neytini inn um kvøldarnar. Og sjálvandi vóru klókastu kýrnar í Føroyum við Gjógv, tí tær funnu allar samlar fram til sína egnu hurð, sum stóð opin, so tær fóru inn og so var klárt at binda á básin. So orðið kúbýtt var ikki galdandi her.

Við Gjógv vóru í mong ár tveir handlar, sum høvdu næstan alt, sum húsarhaldið tørvaði, men fyri okkum, sum komu úr stórplássi, tóktist tað løgið, at vit ikki kundu keypa breyð og heldur ikki tyggigummi. Sum barn helt eg tað vera eitt sindur løgið og stuttligt, at fólkini komu inn í handilin og skuldu keypa tvey tøl, also 4 og 1 ella okkurt sovorðið, og tá so mamma eisini keypti sovorðið, tá vit vóru við Gjógv, so fór eg at undrast, tí eg hevði ongantíð hoyrt ella sæð hana keypa tøl í Klaksvík, so her var okkurt, sum var nýtt fyri mær. Men eg bleiv klókari, tí hetta snúði seg ikki um at keypa tøl, men hveitmjøl og rugmjøl til at baka breyð við, og tá helt eg tað vera sera snilt uppá funnið, og næstan eitt sindur Pippisligt, tí tað er so nógv lættari at siga 4 og 1 enn at siga 4 pund av mjøli og eitt pund av rug, og so sluppu tey frá at viga mjølið umaftur, tá knoðast skuldi, tí tað var longu vigað, so tað passaði til fínabreyðið ella rugbreyðið, sum bakast skuldi. Alt var koyrt í ein pakka og eitt lítið pappírstykki var lagt í millum at skilja hveiti frá ruginum. Einki oyðsl. So her var tað burðardygt, sjálv um tað orðið ikki var uppfunnið tá.

Eg minnist eisini, at menn sótu á beinkinum í handlinum og prátaðu um alt møguligt, og teir bæði royktu og snúsaðu. Í handlinum hjá Petur Kristiani var ein so sjáldsamur upptrekkjari. Minnist meg rætt,var tað ein risastórur nagli, sum var boygdur á ein serligan hátt, so hann kundi brúkast at trekkja proppar av fløskum við. Sovorðnan hevði eg ongantíð sæð fyrr. Í handlinum hjá Sofusi var tað tann risastóri lykilin og vektirnar, sum vóru serliga spennandi og so petroliumspumpan, sum á so undurfullan hátt fekk petrolio at renna í dunkin, saman við tubbaksroykinum gav hetta handlinum ein serligan lukt.

Summarið 1973 var eg sum vanligt og ferðaðist við Gjógv og eg búði hjá gummu mínari Oddvør, og tá slapp eg at hjálpa til í handlinum hjá Sofusi, Hetta var í hoyggingatíðini, og nógv var at gera á bønum. Mær dámdi so sera væl at verða í handlinum, og eg fekk mangan góðan drekkamunnin frá Jóhannu út í handilin, tí blíð vóru tey altíð og sera familjukær. Tað var ein avbjóðing at viga eitt fjerðipund av te, og at rokna prísin á einum ostastykki út eftir loddunum á vektini, men eg lærdi tað skjótt. Áðrenn eg fór aftur til Klaksvíkar, fekk eg eina so deiliga skipstroyggju frá Jóhannu, og eg var so glað fyri hana, tí hetta var jú tann tíðin vit ungu gingu í skipstroyggju, grønum anorakki ella ulpu og tuflum. Eg kann leggja afturat, at eg eigi troyggjuna enn, og hon hevur verið brúkt á onkrum Summarfestivali.

Eitt summar hildu vit nógv til í dansistovuni, og vit settu okkum fyri, at gólvið skuldi vaskast. Har var einki vatn, í hvørfall einki heitt vatn, so vit gingu hús úr húsi við spann at biðja heitt vatn, eg og Kristina hjá mammubeiggja fylgdust, tí hon dugdi so væl at føra orðið.. Øll tóku væl ímóti okkum og vit vaskaðu uppá lívið, og vit høvdu tað stuttligt til langt út á næturnar.

Hvør minnist ikki rekatræðið, sum lá við húsini hjá Olivari, men eg haldi, at ofta var gangurin frá teim ungu so nógvur, at tað órógvaði náttarfriðin hjá teimum, sum skuldu upp á sláa tíðliga um morgunin, so tað endaði við at træið bleiv flutt, og síðani fekk tað fast pláss upp á Gjógv, og har lá tað eisini væl.

Barnaárini renna skjótt, og eg havi tíbetur nógv góð minni hiðani úr bygdini. Eg má eisini nevna mammubeiggja mín Jógvan Sofus, sum var ein so fittur og hugfarsligur maður. Í Fornanum havi eg havt nógvar góðar løtur, og míni børn minnast eisini hvussu stuttligt tað var, tá ommubeiggi kom at vitja í Blásastovu, tí honum dámdi so væl at fortelja teimum okkurt stuttligt, og hann dugdi so væl at fáa tey at lurta. Hann plagdi at siga, at tá eg kom út á trappuna í Fornanum í gjárkvøldið, so sá eg tað var ljós í heimara enda í Blásastovu, og so kom hann út ein túr. Gjáarminnini eru minni, sum eg gleðist yvir at eiga, tí hetta hevur heilt víst eisini givið mær góða barlast og verið við til at mynda meg sum persón.

Skúlaskapur

Tað ofta sagt, at við gjáarfólk vóru so góð við skúlan. Tað gav at býta fyri nøkrum árum síðani, tá eg á einum politiskum fundi á bygd talaði fyri at geva skúlanum bestu kor at arbeiða undir, tá lat í einum manni, at hann visti ikki, um tað var tað besta at gera, tí hygg bara eftir Gjáarbygd, har skúlaskapurin var tiltikin góður, so alt tað unga fólkið læs seg av bygdini við tí úrsliti, at nú er skúlin stongdur. So einfalt er tað tó kortini ikki, tí her hava nógv onnur viðurskifti gjørt seg galdandi, tað vita vit øll.

Sambært Gjáar søgu, so er fyrsti hjálparskúli menn vita um við Gjógv í Blásastovu. Hetta er uml. 1845. Seinni er skúlin fluttur í Ólastovu, og á heysti 1883 er nýggjur skúli liðugur. Hóast skúlin ikki er brúktur til undirvísing í dag, so stendur hann sum ein varði fyri góðan skúlaskap, og sum eisini eg havi notið nógv gott av, tí í hesum skúla hevur mamma mín lært so sera nógv, sum hon eisini hevur latið víðari til okkum. Tað er tí sera hugaligt, at skúlin er gjørdur í stand og skal húsa fornlutum úr bygdini.

At skúlin var høgt í metum við Gjógv er kanska ikki so løgið. Gjáarbygd er kend sum sjálvstýrisbygd, so helst hava fleiri lisið Føringatíðindi, og í Føringatíðindum kunnu vit lesa, at heitt verður staðiliga á foreldur um at vera góð við lærarin, og at hjálpa honum so væl sum gjørligt við at eggja børnunum at lesa og skriva, og tað hava gjáarfólk tikið væl undir við, og so hava tey eisini havt góðar lærarar. Virðingin, sum mamma og helst øll hini við,hevði fyri læraranum var sera stór, og tað var ikki so sjálvdan, at hon segði, at hatta ella hatta lærdu vit hjá Kallsoy. Tað kundi vera føroysk mállæra ella onkur fosturlandssangur ella sálmur, og tað sat fyri lívið. Eisini var tann góði siður her, at børn gingu út í hús at lesa, og hetta má hava lætt nógv hjá skúlalæraranum og foreldrunum. Hesa skipan havi eg ikki hoyrt nakað um úr øðrum bygdum í landinum. Góði skúlaskapurin hevur heilt víst gjørt sítt til, at so mong gjáarfólk hava latið so nógv gott úr hondum á mentanarliga økinum.

Í dag er ein onnur tíð. Eingin spælur við leikapetti, ella rekur neytini heim um kvøldarnar. Um veturin er myrkt í nógvum húsum í bygdini, og alt ov friðarligt. Um summarið harafturímóti, er bygdin yvirfloymd av ferðafólki, sum vilja njóta eina av vakrastu bygdum í Føroyum. Onkur heldur vist, at hetta er ov nógv av tí góða. Gjógv hevur í hvussu er sera nógv at bjóða ferðafólkum, sum leggja leiðina hendan vegin, og tað eru nógv fyriskipaði tiltøk í bygdini hvørt ár, til stóra gleði fyri okkum, sum dáma væl at koma til Gjáar ein túr. Enn kenni eg eina serliga nærveru, tá eg eri við Gjógv, ein kensla, sum í okkara nýtímans samfelag hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Vit brúka framvegis nógva orku uppá at læra børnini nógv ymiskt í skúlanum, men í dag kappast vit við nýggju tøknina, sum eftir míni meining er við at taka okkum av fótum, tí hon tíverri verður so nógv misbrúkt. Tað er einki galið við sjálvari tøknini, um hon verður rætt brúkt, og eg brúki tøkni hvønn dag, men tá hon tekur ræðið á bæði foreldrum og børnunum, ja so óttist eg fyri fylgjunum. Øll eru ON alla tíðina, men tey eru ikki nærverandi. Tey sita við nøkrum dimsum ella smálutum í oyrunum og stara í ein skerm, og so er næstan líka mikið hvar tey eru stødd. Tí er fakkunnleikin farin at rópa varsgó, og tí er aftur neyðugt at siga sum Kvívíks Jógvan. Potið burt úr oyra, so tit kunnu hoyra, hvat náttúran og menniskju vilja siga tykkum. Í dag fáa vit stóran vinning bæði á sjógvi og landi, so skuldi ein trúð, at alt var gott, men nei, tí hóast tað, so er vandi á ferð hjá uppvaksandi ættarliðnum.

Ein slík veitsla sum her í kvøld, hevur tí stóran týdning, tí vit kunnu sleppa gerandisdegnum og skermunum og bara hugna okkum saman og vera nærverandi. Framhaldandi góða veitslu og takk fyri orðið.

 

 

 

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna