Marjun og Sjúrður 

Tað kom mær fyri oyru, at Sjúrður hjá Dinnufíu hevði hildið eina sera góða røðu á Eiði, so eg bað hann lova mær at seta hana á heimasíðu mína - bygdin.fo - og tað játtaði hann. Her er røðan: 

Landsdansistevna á Eiði 11. mai 2019 

Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum.

Vit eru komin saman her at dansa og hava tað stuttligt. Dansurin hoyrir teimum góðu og glaðu løtunum í lívinum til. Jóan Petur Uppi í Trøð yrkir í brúðarvísuni:

Dansur og spæl eru gleðibrøgd,

frá upphavi hava so staðið. 

Í Halgubók hoyra vit ofta um, at Ísraelsfólk dansa av gleði

Í ”Hávamáli” í Eldru Eddu standa hesi yvir 1000 ára gomlu norrønu fyrndarorðini: Maður er mans gaman. – Tá merkti maður menniskja.

Tað fyrsta eg veit, at eg havi hoyrt um Sjúrðarkvæðini – eg havi verið um 5 til 6 ára gamal – er ein sunnudag, eg komi úr kirkju og sigi fyri mammu, at hann las um meg, hann segði, at Sjúrður reið av einum fjalli. Vit áttu lestrabókina ”Í lýsing” hjá Jákupi Dahl, prósti, so hon visti beinan vegin, hvat eg meinti við. Í lestrinum til fyrsta sunnudag í føstu stendur: Tað var, tá ið Sjúrður kom av Hildarfjalli, at hann reið sær so niðarlaga við Júkagørðum fram, og har fekk óminnisdrykkin at drekka.

Í síni seinnu lestrabók ”Meðan hildið verður heilagt” er hann, áttanda sunnudag eftir trinitatis, aftur í Brynhildartátti: 

Sjúrður situr á Granabaki,

hann tykist ei leið at finna,

Grani bæði beit og sló,

og leitst til ymsa kinna. 

 

Hestin vilti hon undir honum,

hann skuldi ei finna leið,

síðan mátti Sjúrður venda

til Júkagarðar heim 

Jákup Dahl hevur við hesum víst, at hann saktans kundi nýta myndir úr kvæðunum í sínum prædikum. 

Í mínum barnaárum dansaðu vit Heimi á Veg ella Heimi á Rættini, sum vit eisini søgdu. Tað var sum oftast um dagin. Tey góðu summarkvøldini gekk dansurin so lystiliga á Brúnni. Har dansaðu tey ungu, og børnini sluppu eisini uppí. Ofta var tað ”kerligheitsvísur”, sum kvødnar vóru, sum t.d. Hist på Alpens isbelagte spire. Ja, som ungkarl så har man det godt o. a. Men eisini okkurt kvæði, sum t.d. Sigmundskvæði, Flóvin Bænadiktsson, Í Kirkjubø ein skúli stóð, IPG hevur yrkt um Sverra kong, Mallebro o.o.

Frá heystinum 1950 til ólavsøku 1951 – tá byrjaði summarfrítíðin – var Pól Eide úr Funningi lærari við Gjógv. Honum dámdi væl at syngja og dansa og var av bestu kvøðarum. Tá var stuttligt hjá børnum og ungum at dansa, tá ið hann var uppií. Summi kallaðu hann Dansipól, tað var ikki eyknevni, heldur eitt heiðursnavn. Við Gjógv búðu tá yvir 200 fólk, nú knappast tað um 30. Jóhan abbi í Blásastovu búði tætt við Brúnna. Tey stillu summarkvøldini lurtaði hann við opnum vindeyga eftir dansinum. Tað dámdi honum væl at hoyra. Tá ið dansistovan var liðug í 1951, var har bæði føroyskur og enskur dansur mestsum hvørt sunnukvøld. 

Gjógv var jólabygd. Tá komu fólk úr Funningi og øðrum bygdum til Gjáar. Annað jólakvøld varð farið upp á gólv og gekk dansurin alla náttina, og sjálvandi varð vitjað inn á gólvið í nógvum húsum at njóta blíðskap. Funningur var nýggjársbygd. Tá fóru fólk frá Gjógv heim til Funnings at dansa. Funningsfólk spældu einaferð sjónleikin: Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu hjá Hans A. Djurhuus. Nógv ung fóru tá heim til Funnings at síggja leikin. Aftaná var dansur. Eg minnist, at gubbi mín, Knút á Geil, skipaði Ridder herr Trillemand. Knútur hevði sera vakurt mál. Javnaldrar mínir kvóðu Spanialand og Myklegård. Alt fór fram í dansistovuni. Tá var góður dansur í Funningi. – Eg kann skoyta uppí, at komin aftur til Gjáar setti eg mær fyri at læra meg Trillemand og Spanialand og Myklegård – 20 ørindi um dagin.  

Vit hava dansað føroyskan dans í fleiri hundrað ár í Føroyum. Tá ið føroysk skip lógu inni í Íslandi, kom tað meir enn so fyri, at skipsmanningar tóku saman. Mær er sagt, at eina ferð, teir lógu inni á Norðfirði á Eysturlandinum, skipaði Jóhann abbi í Blásastovu Grettiskvæði. Tað hóskaði væl, tí á Norðfirði er ein steinur, sum kallast Grettishav. Hetta var langt áðrenn, nakað dansifelag var til, helst í 1920-unum ella fyrr. 

Hvussu stendur til við føroyska dansinum í dag?

Andrias Reinart úr Norðradali yrkir í sínum kvæði um føroyska dansin, prentað í Dimmalætting 1925: 

tí hann hevur fíggindar víða hvar,

ja, næstan hvar ið ein vendir sær! 

Føroyska kirkjan tykist ikki at hava havt nakað ímóti føroyska dansinum. Hans Jákup Joensen, biskupur, sigur einastaðni, eg endurgevi: ”Mótstøðan í Føroyum kemur við kristiligu vekingarrørslunum, sum oftast tykjast hava ringt eyga á føroyska dansinum og dansi yvirhøvur.” Hesir fíggindar eru ikki sterkir í dag, helst neyvan til. Grundin til, at tað fór at ganga afturá við føroyska dansinum, man heldur vera, at eingilskdansurin vant meira og meira upp á seg. 

Í mínum ungu døgum í Havn var síðst í 50-árunum og fyrst í 60-árunum og áðrenn tað, føroyskur dansur – eisini kallaður navigatørdansurin – í Sjónleikarhúsinum hvørt mánakvøld um veturin. Har kundi vera so stúvstappandi fult av fólki. Við hvørt kundi dansurin vera í lívligara lagi. Fyrst í fimmtiárunum fóru Dávur Magnussen, apotekari, og Jóhannes av Skarði, háskúlalærari, at dansa við børnum í Havn. Tað eydnaðist væl og nú skipa dansifeløg í Havn og aðrastaðni fyri barnadansi. Í skúlunum verður eisin dansað. Men har er tað vist so, at skal gangast væl, so má onkur, sum hevur áhuga fyri dansi, taka sær av at læra børnini at dansa føroyskan dans. Einki er at ivast í, at nú eru tað dansifeløgini kring landið, sum eiga lívið í dansinum. Vóru tey ikki, so hevði staðið illa til. 

Eg vil nú taka til tvey ørindi. Tað fyrra úr kong Sverke: 

De fruer stande i højeloft,

de vente deres herre skal komme;

hestene de komme blodige hjem,

og sadlerne de vare tomme.  

 

Ein sterk mynd. Ein perla í donskum fólkavísum.

 

Hitt er úr Dvørgamoy I: 

Dvørgamoyin til hans kom,

so er komið til mín,

hon kysti hann so søtan koss,

av vørrum vætti vín. 

 

Hetta er ein yndislig perla í føroyskum kvæðaskaldskapi. Soleiðis yrkir bara eitt skald. 

Mær rennur týður til Dansifelagið i Havn, sum varð stovnað í 1952, og er sostatt elsta dansifelag í landinum. Vit vóru fýra úr fyrsta flokki í Læraraskúlanum, sum um heystið 1958 fóru upp í dansifelagið. Tveir av hesum eru fluttir um sýn. Árið eftir, í 1959, komu tvær Eiðisgentur upp í felagið. Tær eru báðar her í dag. Har hoyrdi eg fyrstu ferð Dvørgamoy I. Pól Eide skipaði. Í kvæðinum fekk dvørgamoy yndi til Sjúrð, men ringt er at leggja ást við hann, ið onga leggur ímóti. Men betur gekst eini aðrari ”dvørgamoy”. Í Dansifelagnum í Havn møtti hon sínum Sjúrði, og, sum tað stendur í ”Harra Pætur og Elinborg”, løgdu tey sínar ástir saman. Nú eru skjótt seksti ár síðani, og enn dansa gomul hjún. 

Eg ynski okkum øllum eina góða stevnu. 

Við hesum orðum verður Landsdansistevnan á Eiði 11. mai 2019 sett.

       

 

 

 

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna