- 30 mai 2022
Hann stóð frá havinum, eitt karr inn um Kall, og tað var eitt sindur ókyrt, men uppi á tí turra bilti einki. Tú merkti høgættarondina, men sum dagurin leið bleiv stilli, og sólin breyt seg ígjøgnum í heilum, so samanumtikið var ruddingarveðrið av tí besta. Har var fitt av fólki. Útisetar høvdu sett nøsina norðyvir, og Fornagarðsbúgvar smæddu seg heldur ikki burtur. Morgunmatur klokkan 10, men kaffi og bollar stóðu á borðinum "dagen lang", so tað var bara at halda seg framat.
Og so kemur tað: Tað var so lítið at rudda - so lítið av óruddi. Arni, ið árliga hevur tikið sær av Ánni, var arbeiðsleysur. Áin var rein. Fjørufólkini komu mestsum av torvheiðum, tí har var so at siga slætt borð. Hvussu hongur hetta saman? Jú, bygdarfólkið má eiga æruna av Ánni og bygdini annars, og munnu tað ikki vera skipini, ið nú taka avfallið við sær til lands, ið eiga æruna av fjøruni?
Ikki so - tað er altíð okkurt at taka hondina í. Gras er óreint at eta seg upp "hist og her", har tað einki hevur at gera og eisini at troka seg inn yvir asfaltið á vegnum. Væl av orku fór at taka sær av slíkum. Tær bøtandi hendurnar gjørdu góðan mun, men komu ikki á mál. Gott kann oftast gerast betri.
Dagurin endaði við einum frálíkum døgurða av Gjáargarði - lambsbógvur, eplir og brún sós. Nú mundi eg gloymt skuffukakuna av Skutli - hon var fín við kaffimunninum. (Nakrar myndir blivu tiknar)
Pætur í Stólpa
Fríðgerð og Arni
Marjun í Hoygarðinum
Pætur í Ólastovu
Erling í Nýggjustovu
Oda, Fríðbjørg og Oddbjørg
Jógvan Sørin, Ásfinn, Ann, Sofus,Pætur, Tulla, Høgni og Jónfinnur
Símun hjá Pæturi
Turið í Hoygarðinum
Karl Eli og Óli
Jens Kristian, Petur Elias og Neli
Fríðgerð
Anna, Oda, Hergerð, Annika og Jóhanna
Neli, (Arni), Jørgin og Petur Elias
Anna, Oda, Bergljót, Hergerð, Annika og Jóhanna
Høvdafossurin
Pætur í Ólastovu
Oda og Annika
Jørgin, Neli, Kristian Jákup, Jørgin og Olaf
Petur Elias
Bergljót í Hoygarðinum
Jørgin, Inna og Petur Elias
Karl Eli og Óli
Gunnvá, Rigmor, Turið og Jógvan Sørin
Durita og Ásdís
Albert, Jóan Petur, Sigmund og Ovi
Neli í Gortru og Olaf á Grótheyggi
Bergljót í Hoygarðinum