Kvívíks Jógvansa hav

Tað eru tvey høv við Gjógv: Kvívíks Jógvansa (Joen Danielsen, 1843-1926) hav og havið hjá Pæturi í Sámalsstovu (Peter Pauli Joensen, 1842-1922). Kvívíks Jógvansa hav lá heimi í Dalagerðinum – stutt heiman fyri Krossarnar – men nú liggur tað undir Lonarhúsunum. Eg minnist ein dagin sum smádrongur, at pápi skar torv heimi á Krossum. Mads í Gamla Pakkhúsi (Mads Joensen, f. 1909) skar eitt sindur heimari, og eg gekk bara har og mól. Hann rópar á meg og sigur, at nú skuldi hann vísa mær Kvívíks-Jógvansa hav. Hann so gjørdi, og so lyfti hann eisini havinum, tað minnist eg so týðuliga.

Símun á Grótheyggi (Símun Fríðheim, fyrr Justinussen, f. 1914) fortaldi um pápa sín, Justinus á Grótheyggi (Justinus Justinussen, f. 1882), at hann einaferð tók Kvívíks Jógvansa hav upp á knøini og helt fyri: “Skamm fái fjallskipanin í Dalinum.”

Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu

Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu hevur ligið í Nýggjagarði (á Fløtum) – í fjórðu jarnstyttu niðan fyri vegin. Tað er merkiligt, at teir hava lagt havið í garðin og enntá borað eina jarnstyttu niður í tað. Merkið av jarnstyttuni sæst enn. Nú er garðurin avdankaður, og havið liggur stutt uttan fyri garðin.

Í gomlum døgum ráddi um at vera sterkur, tí tað mesta arbeiðið var kropsligt. Tað er ein farin tíð. Ein gamal gjáarmaður tekur soleiðis til: “Fyrr var maður mettur eftir styrki, men nú verður maður mettur eftir, hvussu nógvar fløgur hann hevur givið út.”

Í 1980unum sendi Bjørgfinnur Nielsen spurnarbløð út í sambandi við innsavnan av høvum í Føroyum. Hann legði spurnarbløðini inn í Mondul - eitt tíðarrit, ið kom út ta tíðina. Nøkur spurnarbløð komu aftur, og eitt av teimum var hetta frá Hans Kristiansen, læraranum, ið sæst niðari á hesi síðuni. Hans var serliga greiður, tá ið hann festi eitthvørt á blað, og tað sæst eisini skilliga í hesi frágreiðingini. 

Bjørgfinnur eigur tøkk fyri, at eg slapp at brúka svarið. Høvini áttu at sæð betri dagar og komið á hóskandi stað. Minnisvarðarøkið hevði kanska verið eitt boð. Pláta við t.d. navni og vekt átti at verið fest á tey. Ein uppløgd uppgáva fyri Gjómann.