Eldbjørn í Gamla Pakkhúsi (Eldbjørn Joensen, f.  1936) hevur skrivað eitt sindur um tríggjar gjáarmenn, Olaf í Geil og brøðurnar Mads og Jens Petur Úti á Tarafløtti, sum sigldu úti undir Krígnum, tá ið Danmark og Føroyar vórðu hersettar í 1940. Hetta er áhugaverdur lesnaður og eitt gott minni at seta eftir hesar menn, ið, sum so mangir aðrir siglandi menn, merktu Kríggið á egnum kroppi. Eldbjørn eigur tøkk fyri, at hann læt okkum tilfarið, og nú eigur hann orðið:

 

 

Olaf Klein

Olaf Klein var føddur við Gjógv tann 17. september 1904. Hann var sonur Óla Christian og  Berlinu Klein, Uppi í Geil  við Gjógv.

Olaf, sum var fiskimaður, var  veturin 1939 – 40 í Danmark, har kona hansara, Astrid Klein f. Joensen, las til lækna. Tann 29. mars 1940 mynstrar hann í Keypmannahavn sum matrósur við "Broholm". Olaf er við "Broholm" til 03.04.41. Hann er í New York fyrst í januar 1941, har hann er avmyndaður samam við fleiri føroyingum, tá Anna Elisabeth, ættað frá Gjógv, fór til gravar.

Fremra rað f.v. Marius Absalonsen, Olaf Klein og Petur Dahl. Aftara rað: Mads og Alexandra Midjord

Anna Elisabeth úr Sámalsstovu fór sum ung genta til Havnar at tæna. Seinni gekk leiðin til Keypmannahavnar, og tá tey, hon tænti hjá, fluttu til Amerika, flutti hon við teimum. Tað hoyrdist einki frá henni í út við 20 ár. Mann helt, at hon var deyð, og varð hon uppkallað, men ein dagin kom bræv frá henni, og so var samband við hana, so leingi hon livdi. Hon var gift við einum norskum einkjumanni, sum átti eina dóttur. Hana hevur einki samband verið við.

Tann 6. juni 1941 mynstrar Olaf við norska skipinum "Aristophanes", og í august mynstrar hann við "Bris", sum helst eisini er norskt. Tann 21. september í 1941 er hann í Natal. Har er hann  avmyndaður saman við Otto Skaalum umborð á "Bris".

Olaf Klein og Otto Skaalum

Hetta er tað seinasta skipið, hann er við. Olaf blívur nú tuberklasjúkur og fer í land í New York. Hann lá á einum sjúkrahúsi á Ellis Island, til hann slapp heim við Mjóvanesi á heysti 1942 og kom á sanatorium í Havn.

Konan, Astrid Klein, sum var í Keypmannahavn,  fekk í august 1940 ein son. Tá var Danmark jú komið upp í Kríggið, og alt ferðasamband var burtur. Olaf kom sostatt ikki at síggja sonin, Ólavur Bjørn, fyrr enn aftan á Kríggið, tá mamman og hann komu til Føroya. Olaf slapp ikki frá tuberklunum. Hann doyði 3. mars 1947 í Havn. Hann er jarðaður við Gjógv. Kistan bleiv borin úr Funningi í nógvum kava. 

 ------

Mads Joensen var føddur við Gjógv tann 17. august 1909, sonur Petur Christian og Henryettu Joenen.

Stýrimenn 1935

Mads tók prógv sum stýrimaður 1935 og hevði siglt nøkur ár fyri Kríggið.

Hann sigur soleiðis frá:

”Vit lógu við "Agnete Mærsk" í Gdynja í august 1939. Tá sást týðiliga, hvønn veg tað bar. Har lógu stór týsk  herskip á redini. Tann 31. oktober mynstraði eg sum stýrimaður við "Hertu Mærsk". Tað var eitt nýtt skip, bygt til at føra frukt. Tað var 4.700 t. Maskinan var dampturbina, sum brendi olju til ketlarnar. Vit fóru úr  Ålborg til eitt pláss í Svøríki, sum liggur tætt norðan fyri Stokholm at lasta pappírsballur, sum skuldu til Baltimore í U.S.A.

Tá var Kríggið brostið á, og fleiri donsk skip vóru sokkin í Norðsjónum. Tað tók langa tíð at lasta skipið, men so bleiv endiliga siglt. Tá vit komu suður um Stockholm, kom eitt týskt herskip og gav okkum boð um at steðga. Teir settu bát út og sendu 6 mans umborð til okkara, tríggjar deksoffiserar og  tríggjar maskinoffiserar, og góvu teir boð  um, at vit skuldu sigla til eitt lítið pláss, sum liggur í munnanum inn til Kønigsberg, og har varð skipið lagt, meðan pappírini skuldu kannast. Meðan vit lógu har,  vóru alla tíðina seks týskarar umborð. Teir skiftu fólk eina ferð um vikuna. Matur kom  umborð til teirra hvønn morgun.Teir fingu ikki góðan mat. Av teimum seks, sum vóru umborð, vóru altíð tveir nazistar, ein til dekkið og ein til maskinuna.  Hinir sótu ofta og grótu sum børn um kríggið, men ikki meðan nazistarnir vóru hjástaddir. Tá vit høvdu ligið har í seks vikur, komu boð um, at vit kundu fara. Vit sigldu nú til Keypmannahavnar fyri at fáa nýggja útgerð av mati og  olju. Vit fóru síðani upp gjøgum Kattegat og upp til norsku strondina, heilt upp til Bergen,og  nú bleiv kós sett móti Amerika, og túrurin yvir um gekk væl. Vit merktu einki til kríggið. Vit lossaðu so lastina í Baltimore, og harfrá fóru vit til eitt lítið pláss í Kanada og lastaðu súreplir til Liverpool, og so harfrá aftur til Kanada  eftir meis til eitt stað á vesturstrondini í Írlandi. Fólkið har var ógvuliga fátækt. Ein morgunin var ein prosending til eina av lúkunum stolin. Tað kom róp í, og jassarnir blivu bangnir, og vit fingu hana aftur. Tað bleiv sagt, at straffin, teir fingu, var regulert bank.

Tann 9. apríl vóru vit á veg úr Írlandi til Genova í Italien. Skiparin hoyrdi í radio, at Danmark var hersett av týskarunum, og stutt eftir kom telegramm frá reiðarínum við boðum um at fara til Boston í U.S.A., og so bleiv snarað vestur í hav. Í Boston bleiv "Herta Mærsk" løgd við eina gamla kei, og har lá hon, til U.S.A. legði hald á hana  6. juli 1941.                                                                                                                                   

 

Herta Mærsk

Meðan eg var í Boston, var eg og helt jól hjá mostur mínari, sum búði í New York. Har vóru fleiri føroyingar komnir jólaaftan, og sungu vit  føroyskar jólasangir. Tá var filmurin, "Gone with the wind", vístur har. Eg var boðin við at síggja filmin. Vit fóru frá húsum kl. 8 og vóru við Radio City, har filmurin varð vístur, kl. 8.30 og fóru so at standa í kø í nógvum kulda. Klokkan var 11, tá vit sluppu inn. Eg var ikki meira enn komin aftur til Boston, tá boð komu um, at mostir var deyð. Eg fór so aftur til New York at fylgja henni til gravar. Tá vóru Olaf, Petur Dahl, Marius Absalonsen og Alexandra Midjord eisini har. Eg kom so heim við "Sannu", sum var komin yvir til New York í  1941. Andrias á Høvdanum var skipari. Vit komu til Føroya umleið 20. oktober." 

Mads var nú heima, til  Kríggið var liðugt. Hann fór út aftur at sigla í 1946 og kom at sigla í nógvar havnir í Týsklandi og Polen. Hann kom sostatt at síggja alt tað, sum var oyðilagt har undir Krígnum. Tað var ein døpur sjón. Hann kom eisini at sigla nógv í Vesturindia, har hesar hendingarnar eru frá:

 

Mads við flúgvifiski

Tað var eina náttina, vit  sigldu í Vestindia. Eg var á vakt. Skipið var nógv lastað. Tá fleyg ein fiskur inn á dekkið. Vit høvdu hann til døgurða, og smakkaði hann væl. Eina aðra ferð, teir sigldu har, fekk hann eina skjaldbøku. Tað sá út, sum nógvur tari fleyt á sjónum, men so varnaðist eg, at hetta livdi, og vísti tað seg at vera skjaldbøkur, sum lógu í vatnskorpuni. Eg fór nú at rigga eina meis til. Eg fekk jarn frá meistaranum, og sjálvur riðaði eg eitt net. Tá hetta var liðugt, sigldu vit við sama lag gjøgnum skjaldbøkur. Eg fór so fram á bakkan og blakaði meisina út. Aðru ferð, eg  kastaði, fekk eg eina skjaldbøku. Tá hon var komin á  dekkið, varð hon avlívað. Vit lótu hana bíta í eitt kustaskaft, og so lyftu vit hana upp við skaftinum. Tá strekti hon hálsin, so vit fingu skorið høvdið av henni. Dagin eftir fekk øll manningin skjaldbøkusuppu. Skiparin, sum var føroyingur, av Mortensenfólkinum, fekk skelina.

Skipið "Astra", sum Mads var við, sakk 1951 undir samanstoyti í tættari toku nakað sunnan fyri New York. Har var eingin mannskaði, men teir fingu einki við sær í bátarnar.

Astra søkkur

Mads giftist í 1953 við Sofíu Joensen f. Klein, úr Oyndarfirði. Hon var einkja eftir bróður hansara, Henry, sum fórst við Ekliptiku í 1941. Hon átti trý børn: Selmu, Eldbjørn og Kristian.

Henry Joensen (1913 - 1940)

Mads doyði tann 1. november 1997, og er jarðaður við Gjógv. 

------

Jens Petur var føddur við Gjógv tann 29. mai 1915, sonur Petur Christian og Henryettu Joensen. Hann var bróðir Mads og svágur Olaf.

Jens Petur

Hann mynstraði  sum matrósur við tangabátinum "Anglo Mærsk" tann 17. apríl 1939. Seinni verður hann maskinassistentur.  Hann hevði onga útbúgving, men hevði sera góðan hug og hegni til handverk og  motorar. Tá Kríggið brast á, var "Anglo Mærsk" stødd í Indiska Havinum. Teir sigldu mest upp á Suðurrafrika, India og Australia. Frá 08.10.40 til 22.10.40 er Jens Petur á einum skeiði, H.M.I. Gunnery School, Bombay, um nýtslu av vápnum. Hann er við "Anglo Mærsk" til januar 1942. Hann mynstrar av í Sidney og fer við "U.S.S. Soutern Seas".

 

Soutern Seas

"Soutern Seas" var ein stórur stuttleikabátur, sum ein ríkur amerikanari hevði átt. Hann hevði til uppgávu at sigla millum tær nógvu oyggjarnar sum njósnaraskip. Teir skuldu halda eygað við, hvat fór fram har. Um teir sóu tekin til japanar ella okkurt óvanligt, skuldu teir boða frá hesum og fara sín veg. "Soutern Seas" verður løgd í Aukland, og tann 24. januar 1943 mynstrar  hann av henni, og soleiðis endaði Jens Petur í New Zealandi. Hann var so í Auklandi eina tíð. Fann eina gentu og giftist við henni. Hansara arbeiði bleiv jarnsmiður. Eitt tað fyrsta arbeiðið, hann hevði, var at umvæla maskinamboðini, tá teir bygdu byrgingarnar til eitt vatnorkuverk við Waipa River. Hann búsettist í Rotorua og fekk arbeiði á einum stórum sagverki, Waipa Sawmill, og har arbeiddi hann, til hann fór frá fyri aldur.

Av tí at sagverkið var gamalt, ein partur var brúktur, áðrenn hann kom til New Zealand, var torført at fáa eykalutir, og so var farið til Jens, sum hann var nevndur har. Hann hevði gjørt sær ein stól, sum hann kundi koyra upp og niður framman fyri dreyibonkin, og so sat hann har sum ein annar gandakallur. Timbrið, sum var sagað har, var yvir 30 ára gomul granntrø, douglas gran. Timburídnaðurin hevur stóran týdning fyri økið har, og tí er nógv gjørt fyri at sleppa undan skógareldi. 

Á teimum hægstu fjallatoppunum eru vakttorn, outlook, har fólk heldur vakt alt summarið, nátt sum dag. Av tí at Jens Petur hevði verið í hertænastu, var hann limur í einum klubba. R.S.A.C. - The Returned Services Association Club, sum Jens Petur var limur í, er ein klubbi, sum einhvør persónur, sum hevur verið í hertænastu fyri  New Zealand ella teir Sameindu, kann gerast limur í. Klubbin varð stovnaður eftir Fyrra veraldarbardaga, har nógvir  Newzealendarar, bæði hvítir og maorar, tóku lut í krígnum í Europa, og fullu nógvir við slagið um Galopoli. Seinna veraldarbardaga luttóku Newzealendarar í Norðurafrika móti herinum hjá Rommel og vóru víð í slagnum við Alamein. Tann 25. apríl hevur klubbin minningardag yvir teir, sum eru falnir í hertænastu. Dagurin nevnist  ANZAC- dagurin. ANZAC stendur fyri  Australian New Zealand Army Corps. Dagurin 25. apríl var valdur, tí tað var dagurin, slagið um Galopeli byrjaði, og sum endaði við tapi, og fleiri túsund New Zealendarar fullu og dupult so nógvir Australiarar - umleið 12000 til samans. RSAC var eitt gott stað hjá honum at koma í, tá hann var givin at arbeiða. Drekka eina kannu av øli og práta við fólk. Tá hann arbeiddi, var hann ofta hóskvøld frá kl. 6 til kl. 8 í klubbanum.

Rotorua, har Jens Petur búði, minnir nógv um støð í Íslandi. Tá mann nærkast býnum, følist  luktur av svávuli. Økið verður nevnt Geyserland, og eru har javnan smáir jarðskjávltar. Stutt frá Rotorua er eitt orkuverk, sum hevur jørðdamp sum orkukeldu. Jens  Petur var tvær ferðir giftur. Í fyrru giftu hevði hann synirnar: Peter og Henry, og í seinnu giftu: Clare og John. Hann doyði tann 4. september 1989 og er jarðaður í Rotorua. Henry, Clare og John hava verið í Føroyum. Tey vóru nakrar mánaðir hvør og høvdu arbeiði, meðan tey vóru her.

Kategori: Frásagnir